Draga limagjald frá í 2018
LØGTINGIÐ: Væntandi verður gjørligt hjá fakfelagslimum at draga limagjald frá í skatti í 2018
Øssur Winthereig - Press
Í mars fall eitt uppskot burtur í løgtinginum um, at fakfelagslimir skuldu kunna draga limagjald frá í skattinum. Uppskotið fekk fyrstu viðgerð og var viðgjørt í fíggjarnevndini, men fall burtur, tí tað var ikki liðug viðgjørt, tá tingið fór í summarfrí.
Tað var Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, sum legði uppskotið fram.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon hevur fingið lyfti frá samgonguni um, at uppskotið verður samtykt, so tað kemur í gildi frá 1. januar 2018.
Ætlanin er, at fakfeløgini sjálvi skulu boða TAKS frá, hvussu nógv limagjald, tey hava móttikið frá limunum, so hvør einstakur limur ikki sjálvur skal halda skil á frádráttinum. Fakfeløgini hava frammanundan skyldu at lata ymsar upplýsingar til TAKS.
- Lógarbroytingin merkir bara, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum verða javnstillaðir, tí í dag kunnu arbeiðsgevarar á sjógvi og landi draga síni limagjøld frá, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Loft á frádráttin
Í uppskotinum frá mars mánaði varð skotið upp, at alt limagjaldið kundi dragast frá, men Sonja Jógvansdóttir er sinnað at gera eina broyting í einum nýggjum uppskoti, har loft verður lagt á, hvussu stórur partur av limagjaldinum kann dragast frá.
Hon væntar, at loftið verður, at ein upphædd, sum svarar til 2% av eini arbeiðaraløn, kann dragast frá í skattinum.
Tað svarar til einar 5000 krónur um árið. Um onki loft verður á, ber til at hugsa sær, at limagjøldini kunnu hækka munandi, tí limirnir merkja ikki hækkingina, samstundis sum fakfeløgini fáa hægri inntøkur. Men tað hevði eisini hækkað almennu útreiðslurnar.
- Tað er fínasta slag at seta loft á, um vit á tann hátt fáa lógina broytta, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Hon væntar, at broytti frádrátturin fer at kosta landskassanum einar 10-15 milljónir kr. um árið.
Tá tað verða fakfeløgini sjálvi, sum skulu senda upplýsingar inn til TAKS, so er vandi fyri, at summi av teimum smærru feløgunum ikki fáa tað gjørt, men Sonja Jógvansdóttir væntar, at eini 10.000 fakfelagslimir fara at fáa frádráttin.
Fremur skipaðan arbeiðsmarknað
Sonja Jógvansdóttir vísir á, at føroyski arbeiðsmarknaðurin er sera væl skipaður, har oman fyri 80% av øllum løntakarum eru limir í fakfelag eins og arbeiðsgevarar er skipaðir í Vinnuhúsinum og reiðarafeløgum.
- Samfelagsvinningurin av einum vælskipaðum arbeiðsmarknaði kann ikki gerast upp, sigur Sonja Jógvansdóttir.
- Um hugt verður at øðrum Norðurlondum, sæst, at líkandi skipanir er galdandi har, tí mett verður, at tað er rætt at eggja til ein væl skipaðan arbeiðsmarknað, har tey flestu eru limir í einum fakfelag, sigur Sonja Jógvansdóttir.