Dómur um dálking staðfestur í landsrættinum

Eystari landsrættur hevur staðfest dóm í Føroya rætti, har ein bóndi varð dømdur fyri at taða og at goyma seyðatøð nærhendis Leitisvatni, haðani vatn verður tikið til drekkivatn. Stóra myndin er tilvildarlig.


Hin 12. november 2010 varð ein bóndi í Vágum kendur sekur í Føroya rætti fyri at taða og goyma seyðatøð á vatnveitingarlendi, t.e. lendi, haðani vatn verður savnað til drekkivatn. Hann fekk 5.000 kr. í bót fyri brot á § 15, stk. 1 í umhvørvisverndarlógini um dálking av omanávatni og á § 9, stk. 1 í kunngerð um umhvørvisreglur um dálking av vatnveitingarlendi.


Hann kærdi dómin til landsrættin, men 16. september 2011 staðfesti Eystari landsrættur dómin. Talan var um, at seyðatøð vórðu løgd í rúgvu bara nakrar fáar metrar frá Leitisvatni á einum stað, har skráin oman í vatnið var rættiliga brattur, og at tað tí var vandi fyri, at tøðini kundu ríða oman í vatnið. Av tí, at vatn úr Leitisvatni verður brúkt sum drekkivatn, gjørdi Vága kommuna av beinan vegin at beina tøðini burtur av staðnum.


Dómar hava avgerandi týdning fyri, hvussu lóggávan verður tulkað, og er tað sostatt staðfest, at tað er lógarbrot og revsivert at taða og at goyma tøð so nær vøtnum, haðani vatn verður tikið til drekkivatn, at vandi kann vera fyri, at tøðini ríða niður í vatnið, og harvið dálka drekkivatnið.