Dømir hann Kroatan fyri at hava burturbeint Pidda

Í vikuni var Kroatin aftur drigin oman úr Mjørkadali fyri at fáa sína varðhaldsfongsling longda. Tað er rættiliga greitt, at løgreglan hevur onki prógv í móti manninum, men ætlanin er helst at hongja ein dóm uppá mentalkanningina. Tað kom greitt fram í útvarpinum mikudagin, at Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, gav frágreiðing um mentalkanningina, og avdúkaði at arbeitt var við einari kanning av Kroatanum, sum heimild annars ikki er fyri.


Mentalkanningin av 32 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava beint fyri Dánjali Petur , verður liðug í mai mánaða. Varðhaldsfongslingin er aftur longd við fýra vikum, so Kroatin nú hevur verið fongslaður í 5 mánaðir, uttan at løgreglan tó er komin víðari.


Kroatin verður nú bara varðhaldsfongslaður tí bíðað verður eftir kanningini. Tað er onki sum bendir á, at løgreglan arbeiðir meira við málinum, ella at Kroatin kann ávirka nakað, sum helst, og tí kann ivi eisini vera um grundarlagið fyri mentalkanningini, sum saktans kundi verið gjørd ambolant.


Leiðandi yvirlæknin lovar, at mentalkanningin verður klár í næstum, meeennn... Hann var sera opin um, hvussu hendan mentalkanningin verður gjørd, og so eiga allar ávaringarklokkur at ringja, tí:


Uppgávan við einari mentalkanning er at finna útav um tann persónurin, sum verður kannaður var við síni fullu-fimm, tá tað, hann er ákærdur fyri, fór fram, segði Tormóður Stóra.


Vit kunnu ikki fyrihalda okkum til, um viðkomandi er sekur ella ikki sekur, men spurningurin er, var persónurin rættsiktaður í løtuni tá, og tað kunnu vit, sum so ikki svara beinleiðis uppá, tí vit vóru ikki til staðar, tá tað hendi, so tað snýr seg um at fáa gjørt eina lýsing av, hvussu persónurin var áðrenn hetta her hendi, og hvussu hann er aftaná, at tað hendi - tvs., brúka tær frágreiðingar, sum liggja, og hvussu hann upptraðkaði tá hann bleiv handtikin ella líknandi, samla teir upplýsingar saman, og so skulu vit síggja viðkomandi nakrar ferðir fyri at vita um viðkomandi er í sama sinnistilstandi yvir tíð.


Trýst á linkin og hoyr hvat leiðandi yvirlæknin segði í útvarpinum:


http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/04/18/utvarpstidindi-18-00


Lesi hesa og nógvar aðrar sera avdúkandi greinar í blaðnum.


 


Og visti tú, at Danlæknin er at finna í blaðnum?


 


Nú riggar at keypa blaðið á netinum:


 


Í longri tíð hevur søluskipan okkara ikki riggað. Hetta hevur so ført til, at Knassar hevur arbeitt við at loyst trupulleikan. Nú hava viðskiftafólk endiliga roynt aftur, og siga frá, at skipanin nú riggar við VISA-kortinum. Sostatt ber til hjá øllum keypa við gjaldskorti uttan trupulleikar.


 


Trýst á ADD TO CART, síðani  til check out vith PayPal, og betal við korti, sum PayPal gestur uttan nakað hóvasták.


 


http://oyggjatidindi.com/arkiv.html