Dømdur ella fordømdur

Gomul Perla: Ein føroyskur blaðstjóri er dømdur at fara í fongsul í langa tíð. Hann hevði sum tann fyrsti gjørt vart við so óhugnalig viðurskifti í føroyskum samfelagslívi, at eingin annar hevði torað ella troystað sær at nevna tey-fyri ikki at dálka seg sjálvan og fáa óvinur á skeivum støðum.

Greinina, skrivaði Hans J. Debes, professari, í samband við, at Dan Klein, blaðstjóri, varð dømdur í fongsul fyri at hava avdúkað skipagøluna í áttatiárunum, og fyri at endurgeva navngivnar persónar til blaðið við kritiskum meiningum:

Sumt fólkaslag dugir at hevna seg.

Dan Klein skal bæði bøta og sita-og tað so nógv, at tilveran hjá honum og næstu hansara og hartil sjálvt livibreyð hansara ikki kunnu vera serliga tespilig í hesum døgum.

Vit sum kenna Dan Klein vita, at tann maðurin er eingin brotsmaður. Vit ivast í, um ikki teir, ið hava borið seg skeivt at, sita hinumegin borið.

Men tað nyttar einki at halda tað. Maktin hevur altíð ligið á sínum stað. Og hon verður umsitin eftir sínum lokalitetum og sínum persónliga inventari.

Ein rættarskipan hevur ongantíð verið annað enn ein avspegling av samfelagsstrukturinum.

Í teimum døgum tá ið Quirinius var landshøvdingi í Sýrialandi, dømdu teir ein kendan mann til deyða. Tað var tekniskt púra lógligt. Gerningar hansara dømdu hann-ikki rómverskt hersetingarvald og jødiskt tempul aristokrati. Tað einasta sum neyðugt var hjá honum, sum segði upp dómin, var at vaska sær um hendurnar.

Í Stalintíðini dømdu dómstólarnir stalinistiskt. Í Hitlertíðini nazistiskt.

Í Danmarkar ríki kemur sovorðið sjálvandi ikki fyri. Dómstólarnir eru samantvinnaðir triði partur av einari demokratiskari skipan. Ákæruvaldið arbeiðir undir somu treytum.

Men allir samfelagsstovnar umsita eina skipan, sum í seinna enda politikarar hava gjørt. Teir hava maktina og seta reglurnar. Útinnandi, dømandi og umsitandi vald skulu so syrgja fyri at alt skal vera sum tað skal.

Nakað annað er, at hesi vøld ongantíð hava verið leys hvørt av øðrum. Gud vita, hvussu nógvir juristar hava lisið verkið hjá Montesquieu: “De l´esprit des lois”. Summir hava kanska lisið um tað.

Henda grein má endiliga ikki uppfatast sum ein atfinning at føroyskari ákæru og dómsskipan. Har man alt vera í góðum og samvitskufullum hondum.

Føroyskir politikarar høvdu skapað kanska uttan at vita hvat teir gjørdu, eina skipan, sum var so samfelagsfíggindalig, at allir menn hveptu seg við at siga nakað, tí nógv kundi vera í vanda.

Dan Klein, var tann fyrsti, sum tordi. Ikki fyrr enn hann hevði offrað alt sítt og hevði bøtt-næstan við lívi sínum-tordu hinir framat.
Men tá var kanska ov seint. Úr lummum Føroya fólks vóru longu pumpaðar milliónir-ella milliardir-inn í eina falska og rotna politiska og búskaparliga skipan.

Dan Klein skal heldur ikki sjálvur sleppa undan atfinning. Hví kannaði hann ikki Ráfiskagrunnin? Tað má bera til enn, tí nú hevur hann góða tíð. Hvussu nógvir pengar vórðu játtaðir hesum stovni? Hvør persónur og hvør fyritøka fekk hesar pengar? Hvar eru hesir pengar í dag? Hvat kom burtur úr teimum samfelagsbúskaparliga?

Hvar eru skipini í 100-millióna klassanum, sum hin føroyski skattgjaldarin situr og bløðir fyri ídag? Hvørjir persónar fingu hesar hundraðtals milliónirnar- og hvar eru úrslitini? Hvar eru skipini?

Dan Klein hevur verið alt ov mildur og fólkaligur. Hann kundi havt gjørt vart við tað, sum eingin annar torir at nevna. At føroyingar ídag sita eftir við einum rustikustaflota-og at neyðugt verður at fara aftur til endurnýgging fiskiskipaflotans, so sum gjørt varð í ringastu tíðum í 1950-árunum.

Tí verki-umaftur-sleppa føroyingar ikki undan. Og tað verður tað tyngsta takið her móti endanum á øldini.

Ein annar spurningur skuldi verið: Hvussu nógvar hundrað milliónir fóru til fyribrigdið “bygdamenning”? Hvussu nógv av menning stendur eftir av hesum játtanum? Tað má eisini bera til at síggja í almennum og privatum roknskapum.

Dan Klein kann seta seg ein dag á ein hartil innrættaðan likamspart í kongsins tugthúsi at hugsa um hesar spurningar.

Men tíðarskeiðið, sum Dan Klein setti spakan undir, hevði verið næstan sum nazitíðin: Øll vistu av tí, men eingin tordi at siga nakað-og aftaná søgdu øll, at tey einki vistu.

Surrealistiskar húsarannsóknir, rættarsakir um skipabyggingarmál við øgiligum politiskum, demokratiskum og moralskum implikatiónum vístu, at øll vistu alt.

Hitt føroyska samfelagið var rotnað á altari mammons.

Alt hetta kundi so verið. Øll, sum kenna Dan Klein, vita, at hann við hvørt kann vera ein eitt sindur óstortsligur persónur. Men upp á ein máta er tað júst sjarma og virði hansara.

Hann má hava einsamallur sitið dag og nátt og røkt sítt livibreyð. Hann hevur ikki altíð havt apparat og starvsfólk til so nógv “research”, eitt orð, sum journalistarnir úr Århus plaga at prýða seg við uttan at duga tað. Har læra teir heldur ikki at skriva og stava føroyskt. Av pengunum á fíggjarlógini til politiska upplýsing hevur Dan Klein einki oyra fingið.

Nú fara so fongsulsportrini í lás. Glintini av boltum og jørnum kunnu fáa fantasiið hjá børnum og oldingum í Føroyum á flog: Har situr hann á sínum modernaða Bremarhólmi í heimastýrinum.

Harvið er ikki vist, at ein djørv rødd er tagnað.
Hitt pluralistiska demokratiið við nógvum møguleikum at gera vart við hugsanir og áskoðanir er farið at treingjast.

Dagblaðið er farið. Fjúrtandi er farin, Tingakrossur er farin. Sjónvarpið hórar við kunstigum andadrátti og uttan hægri meining. Útvarpið hevur sínar tíðindasendingar, eftir tær kann altíð ein pláta tveitast á. Tað er mest synd fyri musikkin.

Inntil í seinastu viku helt eg, at vit høvdu eina siviliseraða fongsulsskipan, har fólk um ikki annað sluppu at liva við sítt lív. Í bløðunum lesi eg, at blaðstórin Dan Klein hvørki má hava telefon ella hava telduna við sær. Hann hevur klagað, og sum eg havi skilt, hava bureaukratisku og politisku fangavørðar Danmarkar ríkis forboðið honum hetta-av umsorgan fyri trygd ríkisins. Hetta kann ikki merkja annað, enn at delinkventurin verður roknaður sum ein vandi fyri ta skipan, sum hetta danska politiska undirsystemið í Føroyum skal virka eftir.

Um hetta er rós ella last, má takast eftir lyndi. Hitt fariseiska yvirklassafenomenið í Føroyum, Amnesty International, kundi av sínum eintingum kannað eftir, um vit nú kunnu hava politiskar fangar í Føroyum-og rapportera til London um henda nýggja stand.

Havi eg skilt alt rætt, eru í Danmarkar ríki í Føroyum tvey sløg av fangum. Fyri at kvalifisera teg til tað hægra slagið mást tú til Danmarkar at sita-millum drápsmenn og stórbrotsmenn í fongslum, sum eru væl skipað brotsmannasamfeløg-og sum ríkismyndugleikar tykjast at hava mist tamarhaldið á. Í Føroyum kanst tú sleppa at sita, um tú hevur gjørt teg inn á eitt snóratræ ella hevur tikið uppundir.

Eg kendi ein annan føroyskan blaðstjóra, sum mátti fara í fongsul, tí hann setti seg upp móti órættinum. Tá áttu fiskimannabørnini í Føroyum einki at eta. Egnu børn hansara vóru sjálvsagt kedd um, at pápin mátti fara í fongsul uttan at vera brotsmaður, og tey vóru happað, sum superpedagogarnir kalla tað ídag.

Men børn skilja ikki altíð allar grundir. Ein dóttir hansara segði einaferð fyri mær, at tey børnini fingu bræv frá pápa sínum úr fongslinum. Hann skrivaði soleiðis (her eftir mínum minni): Pápi mátti fara í fongsul, fyri at tey svongu børnini í Føroyum skulu fáa okkurt at eta.

Fyrr søgdu tey, at søgan endurtekur seg. Tað ger hon ikki, men tíðir og umstøður kunnu skifta. Og við hvørt líkjast.

Tað hevur verið føroyinga og dana siður í Føroyum at senda forstýrandi element av landinum. Nógvir føroyingar rotnaðu upp í leinkjum á skipasmiðjunum og akkerssmiðjunum á Bremarhólmi og í Stokkhúsinum.

Teir sluppu ikki at hava telefon og teldu við.

Men tíðin hevði aðrar formar fyri torturi. So munnu tíðir skifta. Tað má vera ein revsing í sjálvum sær, at ein seyðatjóvur ikki sleppur at stjala seyð og ein blaðstjóri ikki at skriva.

Í gamlari norðurlendskari rættarskipan var torturur ikki til. Men sum eitt úrslit av  Constitutio Carolina  frá 1532 breiddi henda siðvenja seg til Norðurlond, og henda grundrættarregla gjørdist í øldir tað rættarliga grundarlagið fyri píning og niðurbróting av menniskjum í øllum tí mentaða heiminum.

Áðrenn talan kundi vera um telefon og teldur til revsifangar, hevur ein danskur rættarlærdur skrivað hetta:

“Tortur måtte som regel ikke bringes til anvendelse, medmindre der forelå formodning om sigtedes skyld og besluttedes ved retskendelse. Tortur foregik i overværelse af dommer og retsskriver, der til protokollen nøje anførte de anvendte torturmidler, sigtedes holdning under torturen og derunder afgivne tilståelser. Sigtede kunne dog kun dømmes, når han i frit forhør gentog sine bekendelser. Lykkedes det ikke at afpresse tilståelse, måtte sigtede frikendes, hvorefter dommeren risikerede både straf og erstatning til den mishandlede.

Faren herfor var dog ikke stor. Tortur kunne anvendes om fornødent i 2-3 omgange, efter forbrydelsens grovhed af forskellig skarphed, men stigende i styrke hver gang. Ved større forbrydelser anvendtes således: 1. Gang: Tommelskruer; 2. gang: Udstrækning af legemet med tove i arme og ben, ophængning i hænderne eller fingrene med vægte (af forskellig tyngde) under fødderne;  3. Gang: Paternosterbåndet, den spanske støvle, brænden med fakler under armene, fodsålerne eller andre ømtfindtlige steder. I øvrigt havde næsten hver by sine yndlingsmidler og særegne kvalifikationer... I Danmark benyttedes tortur ganske sikkert tidlig ifølge de forskellige stadsretter, men ved Danske Lov (1683) blev tortur forbudt undtagen for overfor majæstetsfornærmelsessager (derunder højforræderi); 1687 indførtes tortur på for den københavnske Inkvisitationskommision, der undersøgte og påkendte sager og tyveri, hæleri, løsagtighed, trolddom m.m.

Eg veit ikki, hvussu ein nýtíðar upp-shining av Donsku Lóg kann verða appliserað til Dan Klein. Tey á Heygnum kunnu illa koma undir hesae vísiligu paragraffir hjá juridiskum vinkulskrivarum. Høvdu tey dugað gand, so var annað, tí so kundu tey verið dømd, brend og pínd. Men tey dugdu ikki gand.

Tað kundi Dan Klein kanska lært seg innan sínar kongligu múrar. Føroya Landsbókasavn má kunna útvega honum eina ordiliga og magnfylta gandabók. Ein skuldi vera við Gjógv, men hon man neyvan vera til longur.

Frá Kongliga Bókasavninum má onkur kunna fáast til láns í 60 dagar. Hana kundi so Dan Klein studerað, nú stundirnar eru góðar, og sólin skínur uttanfyri í tí frælsa partinum at tí føroyska samfelagnum.

So kundi hann, um ikki annað, komið undir gandaparagraffina í Donsku Lóg. Tað hevði so ikki verið einki.

Hans Jacob Debes
professari