Demokratia við Løkin í Runavík

Val er í hond. 1. september skulu føroyingar aftur velja
fólk til at umboða seg, og at røkja fólkaræði á Føroya løgtingi, - í einum
nýggjum valskeiði. Kynsjavnvágin á tingi er skeiv sum er, og tað er ein demokratiskur
trupulleiki, sum m.a. Demokratia skal vera við til at broyta. Endamálið er at
vaksa somikið um kvinnuligu umboðanina, at kynini verða javnsett í umboðanini.

Mikukvøldið 26. august kl. 19:30 skipar Demokratia fyri
val-café á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

Ein spurningur, sum man hava verið bágin hjá mongum, er
vantandi dirvi at traðka fram. Tað er eitt tak hjá teimum flestu, men tað er
neyðugt at tora at stíga fram, og at siga sína hugsan, og eisini at sannføra
onnur, skal demokratiska bráðpannan áhaldandi virka til fulnar. Soleiðis sum
samfelagið hevur ment seg á ymsum mótum og í ymsum brigdum, er stórur tørvur á,
at einstaklingurin brúkar sínar førleikar og leggur síni sjónarmið fram á torg,
fyri at felagsskapurin tekur tær rættastu avgerðirnar til alra frama.

Á val-café´ini í Runavík fer Eydna Skaale, retorikari, at
halda fyrilestur undir heitinum: “At tora at stíga fram.”

Í steðginum, eftir fyrra partin av kvøldinum, fara Døgg
Nónsgjógv og Allan Tausen at syngja og spæla nøkur løg. Tá fæst eisini kaffi og
okkurt søtt undir góman.

Seinri parturin av kvøldinum verður skipaður sum ein
pallborðsfundur. Fýra kvinnulig valevni fara at sita í panelinum, og tær vera:
Hanna Jensen, Petra Iversen, Eyðgunn Samuelsen og Annita á Fríðriksmørk. Tær
fara at siga eitt sindur um seg sjálvar, og at greiða frá hví tær bjóða seg
fram. Tær fara eisini at tosa um forðingar á leiðini fram til avgerðina at
stilla upp, og helst fara vit eisini at hoyra frá teimum um, hvat tær halda um
gongdina higartil, tá tað snýr seg um at røkka málinum um kynsjavnsetta umboðan
m.a. á Føroya løgtingi. Áhoyrararnir sleppa eisini til orðanna. Deirdre Hansen
av Glyvrum fer at stjórna hesum partinum av kvøldinum.

Tiltakið er ókeypis og vónandi møta so mong sum gjørligt –
bæði menn og kvinnur.