Demokrati ella meirilutadiktatur?

Mong siga, at vit eiga at góðtaka førda politikkin, tí at hann byggir á demokrati: Meirilutin ræður. Men er tað nú so? Byggja avgerðirnar um flatskatt og broytingar í pensiónsskattagrundarlagnum á grundleggjandi demokratisk princippir, tá samgongan einvegis og uttan kunning um avleiðingar, lutvíst tí samgongulimirnir og avvarandi landsstýrismaður ikki kenna avleiðingarnar, og lutvíst tí samgongan hvørki ætlar at brúka tíð ella orku upp á at lurta eftir minnilutanum ella vísa parlamentariskt minnilutafyrilit, bert majoriserar sín vilja við teimum umkostningunum tað nú einaferð fer at fáa. Hetta er ikki demokrati, men reinur cowboypolitikkur. Skjót fyrst - spyr aftaná. Avleiðingarnar verða tá, sum tær nú einaferð verða. Hetta hevur als einki við demokrati at gera, men er reindyrkað meirilutadiktatur.


Tí demokrati krevur, at djúptliggjandi og grundleggjandi diskussiónir verða førdar um mál og mið, so allar síðir í teim ymsu málunum koma til sjóndar, áðrenn endalig støða verður tikin á ein hátt, ið ikki einans gagnar einstøkum persónum ella stætti, men tekur fyrilit fyri heildini.


Meirilutadiktatur er ein - at síggja til - demokratiskur stýriformur, har meirilutin avgerð alt uttan at taka fyrilit fyri minnilutanum.


Fara vit so til tey aktuellu málini, so var tað bert fólkaflokkurin, ið segði seg vilja arbeiða fyri flatskatti fyri valið, so í tí sambandinum vistu fólk, hvat tey kundu vænta sær. Men 3 aðrir flokkar við 11 tingfólkum fyriløgdu onki hvørki um flattskatt ella pensiónsskattaumleggingar. So í teimum førinum valdu fólk við bindi fyri eygunum. Tey vóru bóndafangaði/reyvrend.


Tá vit so hartil leggja, at skotbráið fyri ætlaðu løgtingsviðgerðunum og løgtingsviðtøkunum eru ætlaðar púrasta í blindum at verða forceraðar ígjøgnum í desember mánaða uttan neyðugan grundleggjandi vitan um avleiðingarnar og uttan neyðugu demokratisku processina, so er tíð at rópa varskó. Tað hevur nemliga víst seg seinastu dagarnar, at mangir ósvaraðir spurningar hanga í luftini, tí sjálvt ikki uppskotsstillararnir við fíggjarmálaráðharranum á odda kenna svarini. At fremja viðtøkur eftir verandi framferðarhátti hevur als einki við demokrati at gera, men er meinlíkt meirilutadiktaturum, ið mest eru at finna í tilafturskomnum londum m.a. í tí svartasta Afrika.


Lat meg enda við at siga, at ofta hevur verið sagt - og tað til stóran skaða fyri virðingina fyri demokratinum - at tað at atkvøða er tað týdningarmesta. Um okkurt bert var viðtikið við atkvøðum, so var eingin ivi um rættleikan av tí viðtikna. Tí so var - frá einum demokratiskum sjónarvinkli - alt í lagi. Men so lætt er tað nú einaferð ikki. Tí var tað soleiðis, so vildi tað m.a. ikki - demokratisk sæð - verið nakað at finnast at t.d. nazismuni í Týsklandi.


Niðurstøðan má tí vera, at vit í stundini krevja eina demokratiska viðgerð av báðum teim áðurnevndu málunum, men annars demokratiskar avgerðir í heila tikið.


Meirilutadiktatur hoyrir als ikki heima í Føroyum anno 2011.


Lat okkum vera samd um tað.


Dagfinnur Danbjørg.