Dávur Winther, mentanarleiðari, er valdur sum umboð fyri Føroyar í stýrinum fyri Norðurlandahúsið NIPÅ á Álandi, har Jørgen Meitilber, fulltrúi í Mentamálaráðnum, hevur verið limur seinastu tvey árini vegna Føroyar.
Norðurlandaráðið hevur eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum valt Dáva Winther í stýrið fyri norðurlandahúsið á Álandi. Stýrisfundur er tvær ferðir um árið og á fundinum hósdagin 8. mars 2012 í Mariehamn varð Dávur Winther valdur til formann fyri stýrið. Stýrið situr í tvey ár, tá ið nýtt val verður.
Norðurlandahúsið á Álandi, sum fyri nøkrum árum síðan hevur havt núverandi studentaskúlastjóran, Mikkjal Helmsdal, sum stjóra, hevur 25 ár á baki og hevur verið rættiliga sjónligt á Álandi, men eisini í ymiskum øðrum høpi í norðurlendskum verkætlanum. Eitt nú eru tey við í eini størri films-og sjónleikaverkætlan, Gerpla, sum flestu norðurlondini eru við í, og hevur Arni Baldvinsson úr Føroyum ein leiklut í hesari verkætlan sum ljóðsniðgevi. Eisini skulu partar av filminum takast upp í Føroyum til endamálið.
Jóhanna av Steinum hevur havt áhugaverda framsýning á Álandi í samstarvi við Norðulandahúsið har í februar í ár um føroyskan bindisið - list og sniðgeving.
Framsýningin vakti so stóran áhuga, at tey hava skipað fyri einum bindiátaki, har fólk kunnu lata inn eitt bundið plagg, ið er 15 x 15 cm, ið verður seymað saman til eitt størri, og hevur luttøkan verið góð.
Rithøvundasamrøða hevur eisini verið í februar, har Hanus Kamban og Loe Lötham frá Álandi hugleiddu um rithøvundaarbeiði í norðurlondum - hetta sum partur av verkætlan hjá Norðurlandahúsinum í Álandi
Á Álandi, sum hoyrir til Finnland, búgva 28.000 fólk, og av teimum eru 12.000 búsitandi í Mariehamn.
Fleiri myndir við at trýsta á linkin niðanfyri: