Danskur prestur á Viðareiði

Nú Elsa Funding hevur lagt frá sær sum prestur í Norðoya eystara prestagjaldi, hevur Jógvan Fríðriksson, bispur, á fundi við kirkjuráðini í prestagjaldinum tann 31. januar, gjørt av at seta Kirsten Donskov Felter, úr Danmark, í starvið sum prestur frá 15. mars til 31. juli.


Umframt at vera prestur, er Kirsten eisini granskari og hevur millum annað skrivað ritgerðina 'Kald og kompetance', sum lýsir sjálvsfatanina hjá donskum prestum. Meðan hon er í Føroyum skal hon eisini arbeiða við eini granskingarætlan, sum kallast 'Kald, kompetance og profession'.


Jógvan Fríðriksson sigur, at ætlanin er ikki at lýsa starvið á Viðareiði leyst fyrr enn nýggja lógin um størv í fólkakirkjuni er lýst.


– Men hetta veldst tó eitt sindur um, hvussu langa tíð tað fer at taka at fáa lógina lýsta, sigur hann.