Danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroya

Í vikuni kemur danski uttanríkisráðharrin, Villy Søvndal til Føroya á arbeiðsvitjan.


Hósdagin 13. september fara løgmaður og uttanríkisráðharrin at hava teirra árliga sínámillum fund. Fundurin verður í Vestmanna. Á skránni eru m.a. makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum.


Løgmaður og uttanríkisráðharrin hava tíðindafund í Tinganesi hósdagin 13. september kl. 16.15.


Hósdagin skal uttanríkisráðharrin eisini á fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.