Danski almannamálaráðharrin vitjar í Føroyum

Í døgunum 4.-7. september vitjar danski almannamálaráðharrin, Annette Vilhelmsen, í Føroyum.


Á ferðini skal Annette Vilhelmsen hava fund við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum. Á skránni fyri fundin er m.a. umrøðu av fráboðanarskyldu í barnaverndarmálum landanna millum og um at seta á stovn eitt Barnahús í Føroyum.


Danski ráðharrin og embætisfólk vitja eisini stovnar í Klaksvík og í Tórshavn á ferðini í Føroyum.