Danska stjórnin strikar MVG-frítøkuna av smápakkum

Danska stjórnin fer nú at leggja fram lógaruppskot, sum strikar minstamarkið fyri MVG-frítøku av smápakkum frá londum uttanfyri ES.

Vinnuhúsið:

Tað stendur at lesa í lógarkataloginum hjá donsku stjórnini, sum varð almannakunngjørt fyrr í hesum mánaðinum[1].
 
Í Danmark er minstamarkið fyri MVG-frítøku 80 kr.
 
Vørur upp til 80 kr., keyptar á netinum frá londum uttanfyri ES, eru sostatt frítiknar fyri at rinda MVG í Danmark.
 
Í Føroyum er minstamarkið 300 kr.
 
Uppskotið frá danska skattamálaráðharranum merkir, at vørur keyptar á netinum og vørur keyptar úr donskum handlum frameftir verða javnsettar í MVG-lógini.
 
MVG skal nú rindast av øllum virðinum, líka mikið um vøran er keypt á netinum, ella um vøran er keypt umvegis ein danskan handilsdisk.
 
Við hesum uppskotinum setir Danmark ES-samtyktina í gildi, sum ásetir, at í seinasta lagi 1. januar 2021 skulu øll minstamørk fyri MVG-frítøku vera burtur í øllum ES-londunum.
 
 
[1] sí “Lovgivning, Folketingsområdet 2019/2020, oktober 2019”, síða 37