Danny Baldursson gevur nýtt staklag út

Fríggjadagin tann 24 septembur gav Danny Baldursson enn einaferð eitt fangandi og
rytmiskt staklag út. Sangurin sum ber heiti Nervous viðgerð eitt heldur álvarsligt evni,
nevnliga sálarheilsu. Soleiðis greiðir Danny Baldursson frá sanginum:

- "Nervous" er um ein, sum følir seg sárbaran, ein sum setur órealistiskar vónir til sín sjálvan.
Sangurin er um ein sum ikki vil vísa eina ávísa síðu fram av sær sjálvum, eina síðu sum
viðkomandi skammar seg yvir, eina síðu av sær sjálvum sum viðkomandi als ikki vil vísa tá
tað kemur til ýggj parløg/vinabond.

Spurdur um hvat gav Danny Baldursson íblástur til at skriva sangin sigur hann, at hann
gjarna vildi seta fokus á maskulinitet og tær væntanir sum samfelagið hevur av mansligu
kynsrolluni. Hann vil vera við, at líknandi væntanir og normar hava álvarsligar avleiðingar fyri
sálarheilsu og at hetta evnið skal meira fram í samfelagnum soleiðis, at samfelagsliga
stigmatiseringin av sálarheilsu og mansligu kynsrolluni verður viðgjørd og normalisera.

Sangurin sum kom út á Spotify, og øðrum tónleikapallum, í síðstu viku hevur longu fingið
fleiri enn 10.000 spælingar.

Sangurin er framleiddur í studio hjá Símun Dam, Óli Poulsen hevur miksa og mastera sangin
og sjónbandalagið er framleitt av Jákup Skovgaard Thøgersen og Pætur Høj hjá Raclip.

Sjónbandalagið til sangin er at finna á Youtube við at trýsta viðhefta fíl

Eru tit áhugaði í at fylgja við hvat Danny Baldursson kemur út við í næstum ber tað til at
fylgja honum á sosialu miðlunum her:

Danny Baldursson (@dannybaldursson) • Instagram-billeder og -videoer

(7) Danny Baldursson | Facebook

Danny Baldursson (@dannybaldursson) TikTok | Watch Danny Baldursson's Newest TikTok Videos