Danir fíggja valið hjá teimum stóru flokkunum í Føroyum

Hetta er lógarbrot. Eisini tað tigur “Einglapressan” um, sum bara situr í gull-búrinum, og verður matað við gull-kornunum úr sama kassa, sum páfuglar í pappageyka-búri.

Dan Klein, journalistur, Valevni hjá Framtakið, listi K:

Vit skulu ikki so nógv ár aftur í tíðina fyri at prógvað, at sokallaði loysingarflokkurin, Tjóðveldi, ikki bara vássaði, men eisini svam niðri í danska ríkiskassanum.

Hetta hendi meðan flokkurin var eftir t.d. Sambandsflokkinum, sum teir kallaðu fyri “biddarar”. Nakað teir knappliga ein dagin, 13 ár aftaná at teir sjálvir høvdu sogið hesa donsku pattuna, goldin av vaskikonuni á Vesterbrúgv.

Tjóðveldi mátti hava danska bjargalínu

Tað var í 2002, at ein ørkimlaður formaður í Tjóðveldi, sat við sínum gulleggi. Gearløs-peran lýsti yvir høvdinum á honum.

Frælsisflokkurin var við at fara á húsagang. Kassin tómur, og limirnir vilja ikki brúka fleiri pengar uppá boðskapin, sum kortini ongin ætlan er fyri.

Høgni Hoydal, sat og skrivaði eina umsókn til Danmark, um styrk til flokkin. Hann fekk svar rættiliga skjótt, tí danir virðismeta ein fígginda, bara hann er í pottinum hjá teimum sjálvum.

Í umleið 13 ár fekk flokkurin beinleriðis floksstuðul, sum søkt varð um á hvørjum ári. Tjóðveldi sat fastari og fastari í danska skrúvustykkinum. Trupulleikin var bara at ongin lógarheimild var fyri at gjalda peningin til føroyskar flokkar, og eingin lógarheimild er at taka í móti hesum pengum í Føroyum.

Danir hava sagt við føroyingar, at tað ikki er neyðugt hjá teimum at lata roknskap inn, so sum tað annars stendur í lógini, sum føroyingar bara onga heimild hava at fáa perning eftir.

Tað stendur beinleiðis í § 16. Bestemmelserne i §§ 3,4 og 8-12 gælder ikke for Færøerne og Grønland.

Fyrr fingu føroysku flokkarnir 2,50 kr. úr ríkiskassanum fyri hvørja atkvøðu á fólkatingsvalinum. Nú er upphæddin munandi hækkað. Tá Fólkatingsval júst er farið afturum, eru valkassarnir hjá føroysku flokkunum spren fullir.

Í móti hesum kappast teir minnu flokkarnir, sum onki hava.

Tað er so langt síðani

Tjóðveldi umber seg við, at tað er so langt síðani, og hatta kan man ikki minna nakran á, men tey gloyma, at tey lótu bara vera við at søkja um hesa donsku sosialhjálp tá tað bleiv avdúkað í Oyggjatíðindum, sum hevði fingið møguleikan at fáa kunning um innlit í samband við føroysku flokkarnar.

Tað, sum er áhugavert hjá veljarafjøldini at vita er, at var flokkurin ikki avdúkaður tá í 2015, so fingu teir enn í dag hesa upphædd, og hava helst fleiri milliónir á kistibotninum av SOSialhjálp, og tí ikki lýða nakra neyð. Neyðina av hesum má vaskikonan á Vesturbrúgv átaka sær.

Løgið, at danska pressan ikki hevur áhuga í hesum, men tá umræður støðuna í Grønlandi, og í Føroyum, so er pressan í DK á linju við donsku stjórnina. Soleiðis sýnist í hvussu so er støðan at vera.

Sjálvandi kundi man freistast at siga, at hinir samríkjaflokkarnar, og teir lunkaðu, høvdu moralskan rætt til hesar milliónir, men herldur ikki teir hava lógargrundarlag fyri, at taka í móti pengunum, og danir hava ikki loyvi at senda hendan pening til føroysku flokkarnar.

Her stríðast flokkar, sum ikki hava eina krónu í flokspening í móti teimum etableraðu flokkunum, sum sostatt føra valstríð við mutursmilliónum, komnar við enntá sera álvarsligum ríkisgóðkendum lógarbroti.

Hasir ræðast sannleikan, og elska lygnina, og pressupappageykarnir í gullbúrinum, siga einki; vera bara mataðir við gull-kornunum, sum politiskir búrhundar.

Vel okkurt annað!

Royn Framtakið, x við lista K