Danir brúka nógvan streym til sjónvarp

Nýggj tøl frá Dansk Energi vísa, at sjónvarpið brúkar nógvan streym, og hetta sæst aftur á elrokningini.


Í minni enn 10 ár er streymnýtslan hjá dønum til sjónvarp tvífaldað úr 800 miljónum kilowatttímum til 1,6 miljardir kilowatttímar. Hetta kostar einum miðalhúski 1.300 kr.um árið.


- Sjálvt eg, sum arbeiði við streymi hvønn dag, eri ovfarin av streymnýtsluni, sum sjónvarpsvanar okkara elva til. Danska streymnýtslan til sjónvarp nærkar seg nú somu nýtslu av streymi, sum vit samanlagt brúka til matgerð, køliskáp og frystara um árið, sigur Richard Schalburg, brúkaraserfrøðingur í Dansk Energi, sambært danskenergi.dk.


Fleiri og størri sjónvørp** Ein av høvuðsorsøkunum til hetta er, at danir fáa sær fleiri og størri sjónvørp.


Danir hava í miðal eitt sindur meira enn tvey sjónvørp í íbúðum sínum. Og har miðalstøddin á einum sjónvarpi fyri bert fimm árum síðani var 24 tummar, er miðalstøddin í dag 31 tummar. Framleiðararnir arbeiða allatíðina við at betra nýggju sjónvørpini á marknaðinum, so sjónvarpið bæði kann vera stórt og orkuvinarligt samstundis, men sambært Richard Schalburg liggur ein stór uppgáva og bíðar við at fáa broytt atferðina hjá dønum.


- Atferð og sjónvarpsvanar eru tætt knýtt. Tíðarnýtsla okkara í mun til, hvussu nógv sjónvarp vit síggja, hevur ikki broytt seg munandi enn, men sannlíkt er, at nýtslan fer at broyta seg næstu 10 árini. Vit brúka snøgt sagt meiri tíð frammanfyri sjónvarpið, og tað fer at hava stóra ávirkan á streymnýtsluna hjá einstaka húskinum. Verður sjónvarpið brúkt bert ein tíma meiri um dagin, fer elnýtslan at hækka einar 350 miljónir kilowatttímar um árið, svarandi til 700 miljónir krónur. Tí er umráðandi at broyta sjónvarpsatferð, sigur Richard Schalburg.


Eitt miðal húski í einum sethúsum í Danmark brúkar umleið 4.000 kWh og í eini íbúð í einum fjølbýlishúsi umleið 2.500 kWh.


Kelda. www.sev.fo