DANIEL DANIELSEN, TRÚBOÐARI Í CONGO - 100 ár síðani hann andaðist - tátíðarinnar whistle-blower
Samrøða við Óla Jacobsen um trúboðaravirkið og forvitnisligu rannsóknirnar hjá Daniel Danielsen, er at hoyra og síggja í kristiliga sjónvarpinum IKTUS fleiri ferðir í dag, sunnudagin 16. oktober. Nógvar myndir, sum Dollin sjálvur hevur tikið, verða vístar undir sendingini.
Kristiliga Tíðindatænastan
v/Poul Jóhan Djurhuus
gjaranes@gmail.com
Sunnudagin 16. oktober eru 100 ár liðin síðani Trúboðarin og rannsóknarmaðurin Daniel Danielsen, vanliga róptur Dollin, andaðist.
Dollin er fyrsti føroyingur, sum gjørdist trúboðari úti í heimi, men í hesum arbeiði sínum kom hann eisini at seta síni jaligu spor í syrgiligu søguna hjá fólkinum í Afrikanska landinum Congo og harvið eisini hjá Belgia.
Tað er rithøvundurin og fyrrverandi fakfelagsformaðiurin Óli Jacobsen, sum hevur gjørt hendan merkisverda trúboðaran heimskendan í Føroyum, við síni neyvu gransking og bókaútgávu um lívið hjá Dollanum.
Tann, sum vil vita meir um hesa sera áhugaverdu livssøgu, kann ogna sær bøkurnar: DOLLIN, Havnamaðurin, sum broytti heimssøguna, og Daniel Danielsen and the Congo – Missionary Campaigns and the Atrocity Photographs.
Óli hevur grivið og borað í mong ár í óteljandi skjølum í útlendskum skjalagoymslum, og úrslitið er ein røð av sera áhugaverdum greinum um Daniel Danielsen, Dollan, sum seinni komu út í tveimum bókum, ein á føroyskum og ein á enskum máli.
MAMMAN, DOLLIN OG LINA
Mamma var úr Havn, og kallaðist Sigga. Hon fór til Keypmannahavnar at tæna sum ung kvinna, og kemur við barn við donskum manni, men velur at flyta heim til Føroya 3 ár seinni einsamøll við trý ára gamla soninum. Hon bleiv seinni gift við Jákup Jacobsen av Kamarinum í Havn, sum bleiv fosturfaðir Daniel.
Daniel Danielsen varð føddur í Keypmannahavn 25. juni 1871 og doyr á Finsen í Keypmannahavn fyri eitthundrað árum síðani, tann 16. oktober í 1916. Kona hansara Lina, sum var ættað av Viðareiði, var við manni sínum á Finsen, har hann lá sjúkur allarhelst av Malaria, sum hann gjørdist offur fyri í Afrika.
Tveir mánaðir áðrenn hann andaðist, skrivar kona hansara eitt postkort til vinkonu sína á Hvítanesi Poulinu Danielsen, sum er soljóðandi: “Finsen, 14.august 1916 – Kjære Poulina, kun dette postkort at lade dig vide at jeg ikke har glemt dig. Daniel har det ikke saa godt nu for tiden, men jeg vil maaske skrive dig senere og lade dig vide hvordan det går. Husk ham i bøn. Han lader hilse. Gud er vor tillid og styrke. Din søster i Herren. Lena Danielsen.”
Bert tveir mánaðir og tveir dagar seinni andaðist Daniel Danielsen, Dollin, á FINSENS INSTITUTS KLINIK FOR INDRE SYGDOMME, bert 45 ára gamal.
MASKINMEISTARI OG TRÚBOÐARI
Hann fór sum blaðungur til Skotlands at lesa til maskinmeistara. Har kemur hann til persónliga trúgv á Jesus, og ynskir við tað sama at gerast trúboði til teirra, sum aldri hava hoyrt. Tí fór hann til Congo, har stórt missiónsvirkið var millum tað nógva fólkið, sum búði fram við Congoánni.
Samstundis sá og hoyrdi hann um tað ómenniskjansliga trælaarbeiði, sum fólki fram við Congoánni livdi í, orsaka av gummiídnaðinum, sum Belgiski kongurin, Leopold II, hevði sett i gongd, og sum hann ríkaði seg sjálvan ovurhonds nógv við. Tað var tá í eftirspurningurin eftir gummi í Europa øktist, tí bilídnaðurin øktist. Congo var Belgisk koloni, sum Belgiski kongurin, Leopold II, gagnnýtti.
Dollin var við í eini rannsóknarferð oman og niðan eftir Congoánni, har bygdaløg í hópatali vóru, og har tað nógva trælaarbeiði fór fram. Hann sá tað við sínum egnu eygum, men eisini við fotoeygum , tí hann tók eitt ótal av myndum, sum mugu sigast at vera ræðumyndir.
Við hesum myndum ferðaðist hann runt í Skotlandi og Onglandi, eisini í Føroyum, har hann greiddi frá ræðuleikunum millum fólkið í Congo. Hetta vakti stóran altjóða ans, m.a. hjá Bretsku myndugleikunum, sum rættuliga fóru inn í máli, við tí úrsliti, at Leopold II misti valdi í Congo, og viðurskiftini hjá fólkinum broyttist munandi – her hevði føroyingurin Daniel Danielsen, Dollin, ein avgerandi lyklaleiklut!
Tað kann sigast um Dollan, at hann var tátíðarinnar Whistle-Blower, og ein Amnesty International persónligheit í rætta andanum - tað var gott at onkur var sum segði frá!