Dálkað vatn á Oyrareingjum og á Signabø



Aftur í morgun vórðu bakteriur staðfestar á Oyrareingjum og á Signabø. Koliformar bakteriur á Oyrareingjum og koliformar og e-coli bakteriur á Signabø.



Mælt verður tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, hetta til nærri boð verða givin.



Áhaldandi útskoling á vatnleiðingsskipanini hevur ikki hjálpt, og tí verður fyrireiking gjørd at klora vatnið.



Roknast skal tí við klorsmakki í vatninum næstu tveir dagarnar.