Dalbø: Føroyingar missa hundratals milliónir

Gamlar Perlur: Tað er rætt, at eitt alivinnuprojekt - sum eg havi saman við stjórnini í Oman og Mr. Jaffar AlMansoor (ríkmaður úr Bahrain) - nú skal á aðrar hendur, sigur Suni á Dalbø, sum ein avleiðing av svínsku avgerðini hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni í Vinnumálum.

Oyggjatíðindi 23. oktober 2009

- Um eg skal úr stýrinum í Vinnuframagrunninum, er hetta beint í móti mínum vilja. 

Soleiðis skrivar Suni á Dalbø, í teldubrævi til Vinnumálaráðið, sum heilt tíðiligt hevur sett út í kortið, at sleppa sær av við mannin, ið hevur loyvt sær at hava integritetin í lagi - t.v.s., at hann ikki er til fals.

Suni skrivar til Vinnumálaráðið:
- Sum tit vita, sendi eg  ein t-post til tykkum, har eg greiddi frá, at eg eri nøgdur við frágreiðingina frá stýrisformanninum   um, at núverandi stjórin ikki verður brúktur framyvir, men at Kristianna W. Poulsen tekur yvir málsviðgerðina.

- Telduposturin var sostatt (og tað vita tit væl) ein annulering av  ynskinum um at sleppa burturúr Vfg-stýrinum; hetta tí at støðan nú er broytt viðv. stjóranum, skrivar Suni á Dalbø,  sum tá helt seg vera stýrislimur í Vinnuframagrunninum

Suni á Dalbø, segði eisini:
- Tað er rætt, at eg um vikuskifti sendi Johan Dahl ein sms við einum spurningi um stjórin loksins var frákoyrdur (sjálvandi hevði hetta  einki við kravboð   frá mær at gera, tað er reint tvætl) – tá ið Johan Dahl svarar noktandi er tað somuleidis rætt, at eg svaraði honum aftur, at hann so skuldi finna annan persón í mítt stað, sigur Suni í teldubrævinum til Vinumálaráðið:

- Beint eftir vikuskifti ringir Regin W. Dalsgaard til mín og sigur, at núverandi stjórin einki fær við dagligu leiðsluna at gera framyvir, og at Kristianna W.-Poulsen tekur yvir málsviðgerðina pr. d.d. 

- Eg svaraði RWD, at hansara lyfti var nøktandi fyri meg – og at ynski mítt um at fara burturúr starvinum sostatt er annulerað (tí at vit við nýggjum fólki loksins kunnu arbeiða í Vinnuframagrunninum). 

- Stutt eftir hetta sendir VMR skriv til mín, um at Johan Dahl tekur mína umbøn, um at fara frá sum stýrislimur  til eftirtektar. Innan ½ tíma eftir at eg havi móttikið tykkara t-post svaraði eg aftur vísandi til lyfti frá stýrisformanninum og undirstrikaði nú broyttu støðu mína, stendur í teldubrævinum til VMR frá Suna á Dalbø, sum Oyggjatíðindi hevur fingið innlit í.

Men líka mikið hvussu Suni á Dalbø, sigur seg vera nøgdan við, at stjórin onki skal hava við dagliga raksturin at gera hjá Vinnuframagrunninum, so hevur VMR tikið sína avgerð:

- Vísandi til samskifti millum teg og landsstýrismannin í vinnumálum, har tú hevur boðað frá, at framhaldandi starv títt sum stýrislimur í Vinnuframagrunninum er treytað av, at stjórin verður settur frá beinanvegin, verður við hesum boðað frá, at landsstýrismaðurin tekur ikki slíkar avgerðir eftir boðum frá einum nevndarlimi. 

 - Ólavur Arge er stjóri í Vinnuframagrunninum, og gjørt verður staðiliga vart við, at tað er landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum setur í starv og loysir úr starvi stjóran í Vinnuframagrunninum. Hesa heimild hevur stýrið í grunninum ikki. 

- Landsstýrismaðurin hevur tí tikið fráboðan tína til eftirtektar og hevur loyst teg úr starvi sum stýrislimur í Vinnuframagrunninum við virknaði beinanvegin, sigur VMR og sparkar Dalbø út úr nevndini.  

Men Jóhan Dahl, og Vinnumálaráðið hava helst ikki tikið hædd fyri, at tað ikki bara er Suni á Dalbø, ið ikki góðtekur stjóran, tað ger restin av  Vinnuframagrunninum heldur ikki.

Hinir stýrislimirnir hava allir kravt stjóran, Ólav Arge, úr starvinum, sum dagligur leiðari hjá Vinnuframagrunninum.

Og hinir limirnir hava somu áskoðan, sum Suni á Dalbø, sum skrivaði soleiðis til VMR:
- Í fleiri mánaðir hevur tað ikki eydnast VMR og Vinnumálaráðharranum, at fáa skil á einum Vfg-stjóra, sum øll vita hevur koyrt eina ”penga-karusell” (j.f. lýsing í Dimmu) í áravís – Nú er bert eitt brot úr einum sms nokk til at ráðharrin fer til verka – ja, the winds are changing í Tinganesi – tað má sigast ;-))

… annars byrjar sms’urin hjá mær við hesum orðum: ”Eg dugi væl at skilja millum rætt og rangt – tað er sjálv kjarnan í málinum” (ja, og hin partin duga tit jú sjálvi), skrivar Dalbø, og er inni á reinleikanum og integritetinum.

Advokaturin hjá stjóranum, Sigmund Poulsen, vísir øllum skuldsetingum aftur, og sigur, at stjórin er ikki undirlagdur stýrið, men refererar beinleiðis til landsstýrismannin, sum tó er tann einasti av øllum, ið endar við at halda hondina yvir manninum, ið prógvfast hevur kanaliserað pening til vinir og familju, sambært tí, ið longu hevur verið frammi alment.

Landsstýrismaðurin letur ongan iva vera um, at hann stuðlar stjóranum, og sjeklar Dalbø burturúr ketuni, meðan hinir nevndarlimirnir hanga eftir við júst somu áskoðan, sum Suni á Dalbø, ið hevur gullskógvin, men hann manglar beinini, ið passa til skógvin, tí hann er tveittur út.

Vit spurdu Suna á Dalbø:
Hvussu hongur tað saman, at stjórin er líkastillaður við stýrið í Vinnuframagrunninum, so sum Sigmund Poulsen, advokatur, vil vera við?

- PASS - eg veit ikki hvat maðurin tvætlar um!

Men sig mær, er tað rætt, at tú hevði eitt lán í ermuni uppá 600 milliónir, at lata føroyingum til granskingar-  og  vinnuligt endamál, eitt nú til alivinnuna?

Og verður hetta nú av ongum?

- Tað er rætt, at eitt alivinnuprojekt - sum eg havi saman við stjórnini í Oman og Mr. Jaffar AlMansoor (ríkmaður úr Bahrain) - nú skal á aðrar hendur, sigur Suni:

- Eg hevði annars gjørt nógv fyri at Føroya Landsstýri, Vinnumálaráðið og Fiskaaling P/F, skuldu vera við, og at allar uppgávur skuldu loysast av føroyingum (har tað yvirhøvur var gjørligt). 

- Eftir at Johan Dahl hevur gjørt hatta svínska móti mær, er ætlanin nú at útlendskar fyritøkur skulu loysa hesar uppgávur fyri meg, sigur Suni á Dalbø úr Warsawa.

Um upphæddina, sigur hann: : “ ... what they need to know is that whatever level of capital they require will be made available to them”, citat Mr. Jaffar AlMansoor, sigur Dalbø at enda, og staðfestir, at føroyingar missa fleiri hundrað milliónir uppá ein svínskan vinnumálaráðharra!??