Dagstovnaøkið í Tórshavnar Kommunu - tosað verður fyri deyvum oyrum

Aftur og aftur førir býráðsmeirilutin í Tórshavnar Kommunu fram, at tey uppraðfesta dagstovnaøkið.

Onkur í býráðsmeirilutanum sigur, ja takk til eindarleiðslu, hevur man loyvi til tað? Ja, mann hevur loyvið til alt við einum meiriluta, eisini ikki at lurta eftir umleið 500 mótmælisundirskriftum frá pedagogum og hjálparfólki, sum skríggja eftir einari meirjáttan til ansingarstovnarnar. 

Við eindarleiðslu, hevur kommunan nú eina umsiting á økinum við 10 fólkum, harav eindarleiðslan fær eina meirjáttan upp á 2,6 mió.kr. til 4 starvsfólk, sum dagstovnaøkið fær til umsiting, ístaðin fyri uppnormering úti á stovnunum. Verandi uppskot um uppnormering fyri 4,5 mió. kr. ger lítlan mun til yvir 40 dagstovnar, og fíggingin verður tikin frá øðrum týðandi økjum innan økið Børn og ung.

Her er einki at heinta, umsitingin hevur tikið valdið á Vaglinum og býráðsmeirilutin hevur mist tamarhaldið, sum í hesum førinum gongur út yvir dagstovnaøkið.

Ein eindarleiðsla kemur at stjala tíð frá stovnsleiðaranum, tí tey koma at spyrja og yvirstýra. Tey byrja við einum tómun skrivarabori og blonkum pappíri.  Í øllum hesum eru børnini taparin og pedagogurin strekkir ikki til og fer niður við strongd og søkir burtur frá dagstovnaøkinum -  tað er sjón fyri søgn, at fleiri eru í farloyvisstørvum á almannaverkinum t.d.

Latið játtanina verða nøktandi inni á hvørjum stovni sær, t.v.s., fulla normering, og leiðslutímarnir skulu fella uttan fyri normeringina á hvørjum stovni sær - tá sær mann, hvat hvørt barn kostar i hvørjum stovni. 

Hinvegin er tað ymiskt, hvat hvør stovnur kostar í lønarútreiðslum. Ein stovnur við 5 pedagogum er dýrari at reka enn ein stovnur við 4 hjálparfólkum og einum pedagogi. Tann stovnurin, sum hevur 4 hjálparfólk og ein pedagog hevur meira at “rutta við” enn ein stovnur við 5 pedagogum.
Tí, nei til eindarleiðslu.

Eg komi við einari inniligari áheitan á býráðsmeirilutan - steðgið ætlanunum um eindarleiðsluni, uppraðfestið í staðin inni á hvørjum stovni sær við einari beinleiðis meirjáttan og uppnormering. Tá tað er gjørt, tá kann mann kanna um brúk er fyri einari eindarleiðslu.

Jú, mann hevur loyvið til so nógv, tá mann hevur meirilutan - eisini til ikki at lurta, tí mann hevur ein meiriluta, Turið Horn.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu