Dagstovnalógin endurskoðast við minimumsnormering
Pedagogfelagið hevði til Løgtingsvalið fyri góðum ári síðani nøkur ynski til politisku flokkarnar. Eitt av hesum var at endurskoða dagstovnalógina, við tí fyri eyga, at tryggja eitt forsvarligt minstamark av tímum til barnið, soleiðis at tíð er hjá starvsfólki at hava meiningsfult relatiónssamband við einstaka barnið. Hetta er kjarnin í námsfrøðiliga arbeiðinum.
Í stuttum merkir hetta at lógarfesta eina minstujáttan av tímum, ið fylgir barninum inn á stovnin, soleiðis at hetta ikki ávirkast av broytandi játtan til stovnar.
Tað letur til, at onkur hevur hoyrt Pedagogfelagið, tí nú er eitt ítøkiligt uppskot komið í Tingið. Sambært dagskránni hjá Løgtinginum verður fyrsta viðgerð at endurskoða Dagstovnalógina 20. oktober.
Tað eru kommunurnar, ið eiga og reka dagstovnarnar, meðan tað er Mentamálaráðið, ið hevur eftirlit við námsfrøðiliga innihaldinum, sum arbeiðið verður skipað út frá.
Í londum, vit vanliga samanbera okkum við, er hetta ikki nakað nýtt kjak. Hugtakið "meira fyri minni" hevur leingi niðurpínt økið, og hóast tað ikki stendur eins illa til í Føroyum, so eru vandatekin at hóma.
Hetta snýr seg ikki um at tryggja nøkur størv, men at tryggja, at tíð er til týdningarmikið relatiónsarbeiði. Tí gleðir tað okkum, at politiski myndugleikin er við at vakna og tekur hetta álvarsmál upp. Neyðugt er tó, at kommunurnar taka undir við hesum.
Pedagogfelagið bjóðar seg sjálvsagt fram sum ein jaligan hoyringspart og fakligan sparringspart, tá uppskotið verður sent til hoyringar.
Nikkil Heinesen, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag.