Corona: 11 føroyingar í alt eru smittaðir

Nýggjasta: Tað eru í alt 11 føroyingar, sum hava fingið staðfest coruna-virusið. Tað merkir, at ein afturat teimum 10, sum varð upplýst á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjár, er blivin smittaður. Les niðast í tekstinum.

Dagført og redigerað:

Seint í fríggjakvøldið bar til at staðfesta, at enn ein føroyingur hevði fingið covid-19 smittuna. Hesar kanningar vóru gjørdar hósdagin, men dagin eftir, fríggjadagin, vóru so fleiri kanningar gjørdar, og talið kom uppá seks smittaði aftrat. Talið kom sostatt upp á níggju tilburðir. Men ikki leingi. Í gjár komu boðini um tann tíggjunda tilburðin av Corona-smittu í Føroyum.

Kanningarnar hósdagin vístu, at talan var um ein persón, sum hevði verið í Danmark. Viðkomandi fleyg til Føroya mánadagin. Smittaði persónurin hevur tað gott og er í løtuni avbyrgdur heima við hús.

Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaði føroyingurin hevur verið í samband við. Kanningin fer at avgera, hvørjir aðrir persónar skulu avbyrgjast. Tað vórðu gjørdar 24 kanningar hósdagin, og tann eina var positiv.

Í løtuni eru í alt tríggir føroyingar smittaðir, skrivaði Heilsumálaráðið tann 13.mars 2020 klokkan 07.30. Hetta var tó frá kanning, gjørd hósdagin.

Men so komu nýggj boð í gjár frá kanning, gjørd varð fríggjadagin:

Corona: Seks føroyingar aftrat fingu staðfest smittuna í gjár
Úrslitið av teimum í alt 100 kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vísir, at seks føroyingar afturat hava fingið staðfest corona-virusið. Tað upplýsir Lars Fodgaard, landslækni, leygarmorgunin.
Landslæknin er farin í gongd við at kanna nærri, hvørjir persónar smittaðu føroyingarnir hava verið í sambandi við. 

Tað merkir, at 9 føroyingar vóru smittaðir leygardagin, men sama dag kom so nummar tíggju í røðini av smittaðum í Føroyum.

---------------

Seinasta nýggja sunnumorgun:


Tað eru í alt 11 føroyingar, sum hava fingið staðfest coruna-virusið. Tað merkir, at ein afturat teimum 10, sum varð upplýst á tíðindafundinum hjá landsstýrinum í gjár, er blivin smittaður.


Tað upplýsir Lars Fodgaard Møller, landslækni, í morgun.


Sjey av teimum 11 smittaðu eru smittað uttanlands.


Tvey av teimum 11 eru smittað av teimum føroyingum, ið hava fingið smittuna uttanlands. Bæði teirra fingu staðfest smittuna, meðan tey hava verið í sóttarhaldi.


Tað ber – enn – ikki til at siga við vissu, hvussu tey bæði seinastu eru blivin smittað.


Tað eru í alt 122 fólk, sum í løtuni sita í sóttarhaldi.


Tað eru gjørdar í alt 327 kanningar.


Heilsumálaráðið tann 15. mars 2020 klokkan 09.30