Eftir JÓN KRAGESTEEN: Hesa vikuna verða tær 4. seinnu semifinalurnar í Coca Cola kappingini spældar, sí kalandaran í vinstra bredda. Sum tað hóskar seg til steypakapping, er sera tætt millum liðini, har er einki avgjørt. Tó hevur VB greiðan fyrimun av 5 máls leiðsluni í fyrsta dystinum.
Neistin-Stjørnan, fyrri dystur endaði við 24-25 sigri til Stjørnuna
Her er talan um dyst millum nr. 1 og 2 í landskappingini. Hóast Neistin er væl fremst, so er Stjørnan komin væl við í seinastuni. Tær hava spælt nýggjar leikarar inn á liðið og júst um vikuskiftið hava tær brynjað seg enn meira út við nýggjum málmanni. Neistin er eisini væl koyrandi og vísti sunnudagin formatið í høllini í Vági við sannførandi sigri. Sum formurin er á liðunum í løtuni sýnist hesin dysturin at hava meira enn “semifinaludám”. Eingin ivi um, at høllin á Hálsi verður stúgvandi full.
H71-Neistin, fyrri dysturin endaði við javnleiki 22-22
Neistin og H71 hava í vetur spælt javnar dystir. H71 hevur ungt fólk og í útgangsstøðinum hevur málsetningurin kanska ikki verið at koma heilt í oddin. Men ungu leikararnir hava í fleiri dystum sýnt kvikan og góðan leik og leiðin í seminfinaluna er ikki komin av sær sjálvum. Neistin hinvegin hevur verið svingandi og í fyrru semifinaluni sýndust leikararnir tungir. Men nú er so nakað fráliðið og nógv kann broytast upp á stutta tíð. Hoyvikshøllin fer uttan iva at standa sína roynd.
Kyndil-VB, fyrri dysturin endaði við 21-26 sigri til VB
Á pappírinum hevur VB favorittleiklutin, sum tað krevur sína kvinnu at vera í. Tí hevur tú ikki rætta hugburðin, tá ið dysturin byrjar, so er sera torført at gera nakað við tað aftaná. Júst hugburður er nakað, sum hevur týdning hjá Kyndli og fáa tær sett hann rætt saman, so kunnu tær spæla flúgvandi. Spurningurin er so, um tær megna tað í allar 60 min. Roknast kann við spennandi dysti í høllini á Hálsi.
H71 (I) – KÍF, fyrri dysturin endaði við 29-28 sigri til KÍF
Tað kom helst sum ein skelkur, at lið nr.2 hjá H71 fekk so gott úrslit móti oddaliðnum í Atlantic Airways kappingini, sum skilst vóru Hoyvíkingar frammanfyri stóran part av dystinum, tað var bara í síðstu løtu, at kollfirðingar smugu sær framum. Men skuldi tað verið, at KÍF undirmetti H71 liðið í fyrra dystinum, so eru teir í hvussu er ávaraðir nú. Roknast kann við, at nógvu áskoðararnir, sum altíð fylgja KÍF fara at pressa Hoyvíkshøllina í botn og so er spurningurin, um hoyvíkingar megna at svara aftur.