Coca-Cola menn: KÍF eru steypavinnarar í Coca-Cola kappingini

Coca-Cola finalan menn, leygardagin 9. februar kl. 16.00.


KÍF-StÍF 35-26 (12-16)


Hetta var ein dystur millum fleirfaldaðu og siðvandu steypavinnararnar StÍF og KÍF, sum higartil enn ikki hevði vunnið nakað, hvørki FM ella steypakappingina, síðani felagið fyri 71 árum síðani varð sett á stovn. Men um so var, at tú skuldi hildið, at hetta fór at geva KÍF gummiarmar, so mistók tú teg. Tí tað var rættiliga tíðliga í dystinum, at tað sást, at KÍF vildi nakað meira. STÍF fekk fyrsta málið, men restina av dystinum var KÍF frammanfyri.


Tó var ikki so stórur munur á liðunum við hálvleikssteðg. Men í seinna hálvleiki gekk tað bara ein veg og KÍF bara økti og økti. Breiddin hjá KÍF gjørdi tað møguligt at hava høga leikferð, tað bar alla tíðina til at seta nýggjar frískar menn inn. Við hesum vann KÍF ein sera tryggan sigur.


KÍF er steypavinnari í Coca-Cola kappingini 2013 og HSF ynskir hjartaliga tillukku við tí!


Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen


Við dómaraborðið: Sigvør Matras og Holger Hansen.


Eygleiðarar: Johnny Tauman og Hartvig Skylv Joensen,


Hallarfrásøgumaður: Otto Jakobsen


Vaktarhald: Team Klaksvík