Coca-Cola Kvinnur: Neistin vann Coca-Cola kappingina hjá kvinnum

VB-Neistin 24-27 (12-16)


Fyrri hálvleikur: 12-16


Í einari fagurtskrýddari høll, fullsett við væluppløgdum áskoðarum. runnu liðini inn á vøllin. Sera javnt gekk á fyrru helvt av fyrra hálvleiki. Men um miðjan hálvleikin hevur Neistin fingið stavnin fram um.


Seinni hálvleikur:


Í byrjanini av seinna hálvleiki sá tað út til at Neistin fór at draga frá. Men so mannaði VB seg upp og legði trýst á Neistan, saman við sera væl stuðlandi áskoðarum sínum, og fekk tikið Neistan aftur. Síðani fylgdust liðini, stavn um stavn. Men so við og við fór Neistin aftur at draga frá og vann sær eina trygga leiðslu, sum VB ikki fekk gjørt nakað við.


Samanumtikið var talan um eina tætta finalu, har bæði liðini spældu væl.


Neistin er steypavinnar í Coca-Cola kappingini 2013 og HSF ynskir hjartaliga tillukku við tí!


Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum


Við dómaraborðið: Hartvig Skylv Joensen, Sigvør Matras, Holger Hansen. Eygleiðari:


Johnny Tauman


Hallarfrásøgumaður: Otto Jakobsen


Vaktarhald: Team Klaksvík