Claus V. Christensen nýggjur nevndarlimur

Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum, hósdagin 22. apríl, stóðu Áki V. Poulsen og Regin W. Dalsgaard fyri vali.

Áki V. Poulsen varð afturvaldur. 

Regin W. Dalsgaard stillaði ikki uppaftur, og í hansara stað varð valdur Claus V. Christensen, stjóri í Solar, sum er nývaldur í nevndina í Handilsvinnufelagnum. 

Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis: 

Eyðvør Berg, forkvinna.

Claus V. Christensen, næstformaður.

Bergur R. D. Jensen, nevndarlimur.

Gunnar Mohr, nevndarlimur.

Áki V. Poulsen, nevndarlimur. 

Bjarni Bogason varð valdur sum varalimur.