Í gjár kom amerikumaðurin Chris Duff, sum hevur róð úr Skotlandi til Føroyar inn á Toftir. Í morgun hevði hann fyrilestur í Tofta skúla.
Chris greiddi børnunum frá hvussu man ger dreymar til verðuleika. Við at hava positivar tankar í øllum lívsins viðurskiftum, og fokusera á tað ein brennur fyri, kanst tú koma langt her í lívinum.
Børnini vóru sera áhugaði, og settu tey honum fleiri spurningar um vandafullu ferðina her til, og hvussu hann klárar hetta einsamallur.
Um ellivutíðuna legði Chris frá landi á Toftum við kós móti Eiði, har hann fer at bíða eftir góðum byrði til Íslands.
Kelda: www.nes.fo
Fleiri myndir síggjast á www.toftaskuli.fo