Á býráðsfundinum týskvøldið 20. mars 2012 samtykti býráðið at útgreina íløguavsetingarnar innan sosiala økið, har hálv onnur millión nú er játtað til at innrætta hølir í kjallaranum undir Sambýlinum á Heygnum.
Í inniverandi fíggjarætlan fyri árið 2012 hevur Klaksvíkar Býráð sett av 2 mió. kr. til íløgur innan sosiala málsøkið, og á býráðsfundinum 20. mars varð henda íløguupphædd útgreinað.
1,5 mió. kr. fara til innrættan av restini av kjallaranum undir Sambýlinum á Heygnum, meðan 500 tús. kr. fara til verkætlanina um víðari útbygging av íbúðunum á Kráarbrekku.
Eftir tilmæli frá Sosialu Nevnd og Fíggjarnevndini samtykti býráðið hesa útgreining á býráðsfundinum týskvøldið.
Felagshølir til ymiskt virksemi
Í løtuni arbeiðir ein byggibólkur við at fyrireika hesa innrætting og liðugtgerð av niðaru hæddini undir Sambýlinum á Heygnum.
Talan er um eini størri høli í sunnara enda av niðaru hæddini, sum kunnu rúma útivið 150 fólkum, og í norðara enda verða verkstaðshøli innrættað, sum ætlast brúkt til handaligt virksemi og ítrív hjá teimum eldru.
Tá ið hetta arbeiðið er framt, verða allir verandi bygningar undir Kráarbrekku liðugt innrættaðir, og við hesum seinastu felagshølunum fáa brúkararnir eisini tey ætlaðu hølini til felags virksemi í góðum umstøðum.