Tíðindaskriv frá Arkitektafelag Føroya: Fríggjadagin tann 27. januar kl 14.00 til 16.00 heldur Jan Gehl arkitektur fyrilestur í Norðurlandahúsinum.
Tiltakið er ókeypis.
Tey flestu kenna Jan Gehl sum høvund á bókini “Livet mellem husene”, har hann viðger týdningin av at skapa bygningar og rúmini millum bygningarnar soleiðis, at hesi stuðla undir samskifti millum menniskju.** Trivnaður og menning liggur í møtinum millum menniskju.
Við hesi yvirlýsing hevur Jan Gehl arkitektur verið ein ótroyttiligur oddamaður í at innrætta býarrúm, ikki bert í Danmark men eisini í londum sum Australia og Amerika, har bilar hava sera høga raðfesting í býarrúmum og menniskju líttla.
Vit síggja nú, um allan heim, eina stóra broyting í fólkalívs mynstrinum. Fólk flyta frá smærri plássum til størri pláss. Broytta fólkalívið krevur, at vit tillaga innrættingina av okkara bygdum og býum, so hesi svara til tey krøv, sum modernaði menniskju seta í dag. Í Føroyum er problematikkurin háaktuellur, vit síggja í dag, at tað er trupult at fáa tey ungu heim aftur eftir loknan lestur. Onnur sum koma heim, eru skjót avstað aftur.
Jan Gehl hevur givið út eina røð av bókum, tann seinasta í røðini kallast “Byer for mennesker”. Hetta er ein bók sum er ætlað teimum, ið planleggja og arbeiða við býarmenning sum heild. Fyrilseturin er relevantur fyri øll, bæði tey sum eru við til at planleggja býir, politikkarar, embætisfólk, ráðgevar og okkum øllum sum búgva í bygdum og býum.
Øll eru vælkomin.
-----
Jan Gehl føddur 1936. Arkitektur, professari, Dr.h.c., partner Gehl Architects -Urban Quality Consultants. Hevur m.a. givið út bøkurnar Livet mellem husene, Byens rum byens liv, Nye Byrum og Det nye byliv.
Gestaprofessori á universitetum í Edinburgh, Oslo, Toronto, Calgary, Melbourne, Perth, Berkeley, San José og Guadalajara. Størri konsulentuppgávur fyri Keypmannahavn, Oslo, Stockholm, London, Melbourne, Sydney, San Francisco og New York. Hevur frá The International Union of Architects fingið Sir Patrick Abercrombie Prísin fyri Exemplary contributions to Town Planning.
Heiðurslimur í arkitektafeløgunum í Onglandi, USA og Canada og í Planning Institute of Australia.