Byggilógin til 1. viðgerð í tinginum

Í gjár var uppskotið til byggilóg, sum Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í Innlendismálum, hevur lagt fyri Løgtingið, til fyrstu viðgerð. Lógin gevur landsstýrismanninum heimild til at gera ásetingar viðvíkjandi ymiskum viðurskiftum, sum hava við bygging at gera, t.d. innrættan, herundir atkomu, innleggingar, orkunýtslu o.a.


Orðaskifti var jaligt, har flest allir tinglimir vístu á tørvin á einari byggilóg í Føroyum.


Uppskotið, sum landsstýrismaðurin mælir til at seta í gildi, byggir á sama leist sum tað danska “Bygningsreglementet ”. Tað er tó av stórum týdningi at hava í huga, at tað her snýr seg um eitt føroyskt regluverk, har allar ásetingar verða gjørdar út frá føroyskum viðurskiftum. Sostatt verða allar útrokningar, sum eru neyðugar at gera í sambandi við kunngerðirnar, ið skulu regulera økið, gjørdar við støði í føroyskum viðurskiftum, soleiðis at hædd eisini verður tikið fyri eitt nú tí føroyska veðurlagnum.


Uppskot til byggilóg er at finna á www.logting.fo sum løgtingsmál nr. 157/2011