Byggið fleiri ellis- og røktarheimspláss - og síðan samstarv

Byggið fleiri ellis- og røktarheimspláss, tá kunnu vit taka ímóti fleiri borgarum, sum hava tørv á ellis- og røktarheimsplássi. Tá kunna vit við stoltleika ganga ynskjunum á møti hjá teimum, sum ynskja at flyta úr einum búplássi til annað búpláss yvir um kommunumark, fyri at koma nærri sínum avvarðandi.

Vit hava ikki nóg mikið av plássi til tey, sum búgva her í kommununi og hava búð í kommununi alt sítt virkna arbeiðslív og hava goldið skatt fyri seg. 

Tá vit nú hava yvirtikið eldraøkið, hava vit ikki enn klára at nøkta tørvin á plássum til eldrasambýli, ellisheimi o.s.fr.

Tá vit ikki megna loysa hesa risa stóru avbjóðing, kunna vit ikki taka fleiri uppgávur upp á okkum á hesum økinum. 

Vit hava útvegað yvir 150 barnagarðs- og vøggustovupláss uppá stutta tíð, sum eitt samt býráð hevur tikið undir við.

Hví ikki loysa tørvin á ellis og røktarheimsplássum líka smidliga líka skjótt og einfalt - tíverri vísir tað seg, at tá talan er um eldri fólk og teirra tørv, er mann ikki líka skjótur og kreativur.

Vit kunna ikki lata okkum trýsta meira, tá vit ikki megna at taka okkum av okkara egnu, sum vit hava skyldu til sambært lóg. 

Í útvarpstíðindunum í morgun kl. 7.30, so hoyrist, at býráðið hevði samtykt eina áheitan frá Almannaráðnum um at skapa lógargrundarlag fyri at flyta røktarheimspláss millum kommunur. Eg skal líka viðmerkja her, at eg atkvøddi blankt og sostatt var tað ikki eitt samt býráð, sum samtykti hetta.

Hettar mál er sera torført og kensuborið mál fyri okkara eldri fólk, men sum mann bara kann loysa við at gera nóg stórar íløgur í ellis- og røktarheimspláss.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu