Býarmenning í Havn á skjalasavnsdegi 2016

Leygardagin 12. november er Landsskjalasavnið opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18. 
Høvi verður at vitja lesistovuna og høvuðsgoymsluna í V.U.Hammershaimbsgøtu 11. Vanliga eru tað  bert starvsfólk á Landsskjalasavninum, sum hava atgongd til goymsluna.

Á hvørjum ári verður, í øllum norðanlondum, hildin Skjalasavnsdagur annan leygardag í november. Endamálið við degnum er millum annað at kunna um arbeiðið hjá skjalasøvnunum, siga frá um leiklut teirra sum mentanarstovnar og vísa hvørja nyttu einstaklingar og samfelag kunnu fáa burtur úr søvnunum.

Framsýningin ”Býarmenning” verður á lesistovuni. Høvi verður at síggja hvussu Tórshavn hevur ment seg gjøgnum tíðirnar. Serligur dentur er lagdur á  arkitektekningar hjá H.C.W Torgarð og Palla Gregoriossen av kendum bygningum í Tórshavn. Har í millum Hotel Hafnia, Útvarpshúsið og Gamla Apotek á Áarvegnum.

Í ár eru tað starvsfólkini á landsskjalsavninum saman við trimum starvslesandi sum skipa dagin.

Skjalsavnsdagurin – Arkivernes Dag
Fyrsti ”Arkivernes Dag” varð hildin í Svøríki í 1998, tá nærum 35.000 fólk vitjaðu tey 350 søvnini, ið høvdu ”opið hús” henda dagin.

Danir tóku hugskotið til sín, og í 1999 skipaðu donsku lokalsøvnini fyri degnum, men frá 2001 hava almennu søvnini eisini verið við. Samstundis komu eisini Noreg og Ísland við og í 2002 Finland.

Í Føroyum hevur ”Arkivernes Dag” verið táttur í virkseminum hjá Landsskjalasavninum síðani 2003 og hjá Norðoya Fornminnasavni síðani 2006.