Býarbókasavnið 50 ár – brot úr søguni

Bókaútgáva

Býarbókasavnið 50 ár – Brot úr søguni er eitt minnisrit um Býarbókasavnið í Havn, sum 5. apríl 2019 hevði 50 ára stovningardag. 

Ein spennandi og til tíðir skemtingarsom og undrunarverd frásøgn um eitt bókasavn mitt í havnargøtum, sum hevur verið so mongum havnarborgarum og øðrum við eitt serstakt stað, og sum hevur ment seg til tað nútímans bókasavn tað er í dag.

Bókin vendir sær bæði til teirra, sum minnast Býarbókasavnið, sum tað var og til okkum onnur, sum bert kenna samtíðarsøguna hjá bókasavninum. Bókin vendir sær til allar havnarborgarar, starvsfólk, politikarar og embætisfólk og til øll onnur áhugað, sum vilja kenna søguna hjá Føroya størsta fólkabókasavni hesi 50 árini, bókasavnið hevur virkað og ment seg. 

Tað er Anna. M. Brimnes, fyrrverandi býarbókavørður, sum hevur skrivað bókina, og ritsjórnað hava Johanna Cathrina Mørkøre og Randi Nolsøe.

Bókin kostar 200,- kr. og er at fáa í bókahandlum kring landið.