Næmingar venda sær javnan til Fiskivinnuskúlan við fyrispurningi um kamar ella annan bústað í Vestmanna. Skúlin roynir at hjálpa sum frægast, men í løtuni stendur á. Tí vilja vit fegin frætta frá fólki, sum ynskja at leiga hús, íbúð ella kamar út til næmingar. Skúlin skrivar møgulig leigumál á ein lista, sum síðan verður latin áhugaðum næmingum. Sjálvt leigumálið verður avtalað millum næming og útleigara. Tey, sum ynskja at leiga út til næmingar, kunnu venda sær til Fiskivinnuskúlan á tlf. 424 573 ella umvegis teldupost: fiskvest@fiskvest.fo
Kelda: www.vestmanna.fo