Bústaðir byggja 35 íbúðir við Dalavegin

Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið einmælt at gera serstaka byggisamtykt fyri eittt stórt øki við Dalavegin, har Felagið Bústaðir hevur ætlanir at byggja 35 leiguíbúðir.



Ætlanin er at byggja 35 íbúðir á 50 m2, 75 m2, 100 m2 og 125 m2. Umsitingin hevur, saman við felagnum Bústaðir, gjørt eitt uppskot til serstaka byggisamtykt til verkætlanina.