Tað var ikki eiti á framburði hjá Gundur Bussum, sum bara gjørdi ein eitt ára sáttmála við Havnar kommunu. Gundur Bussar skuldi reka bussleiðina í Havnar kommunu frá 1. apríl 2019 til 1. apríl 2020.
Kommunan gjørdi eina avtalu við Gundursbussar fyri slakar 50 milliónir fyri bara eitt ár. Tað er ikki so lítið í so stutta tíð.
Hetta var eisini so sensationelt, at in.fo, fangaði sensatiónina, at Gundursbussar hevði goldið 20 milliónir út í vinningsbýti í 2019.
Gundursbussar hava heimstað á Signabø, og ein kollfiðringur, Jákup Dam, var sjálvandi við til at gera avtaluna, og bera fyritøkuni lukkuynskir, sambært tilfarinum, sum er lýst í linkinum.
Hesar 20 milliónirnar í vinningsbýti, kann, uttan himpr, kallast sensationelt heppi, næstan, sum ríkis-bingu og nógv betur enn ein góður gekkur, sum kortini ongin vinnur, ella fá og ógvuliga sjáldan.
Hetta er millum størstu vinningsbýtini í landinum, sambært keldutilfarinum.
Sig so, at tað ikki loysir seg at gera avtalu við Havnar kommunu.
Keldirnar til hesa sensatiónina eru her:
https://dagur.fo/iskoytissattmali-vid-spf-gundurs-bussar-undirskrivadur
https://www.in.fo/news-detail/news/hesi-25-hava-latid-stoerstu-vinningsbyti/
https://www.in.fo/news-detail/news/nu-er-greitt-hvoer-fer-at-reka-bussleidina/
--------------
Vónandi halda fólk okkum til góðar, at tíðarskeiði, nevnt er í greinini, ikki greitt vísir til samandráttin í greinini:
"Avtalan fevnir um tíðarskeiðið frá 1.
apríl 2020 – 1. januar 2022. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina
í Tórshavnar kommunu fyri kr. 49.417.641 + MVG hetta tíðarskeiðið."
Hóast hetta, so er avlopið sensationelt stórt, og tað vakti áhuga, sambært www.in.fo , og tað ger tað framvegis eisini hjá okkum øðrum.
Oyggjatíðindi