Bussførarar hildu starvsdagar

Ikki færri enn seks bussførarar vóru til móttøku hjá borgarstjóranum leygardagin. Hesir hátíðarhildu 10 til 30 ára starvsdagar sum bussførarar.


Bussførararnir vóru Mourits Mouritsen, sum hevur koyrt í 30 ár, Jóannes Johannesen í 25 ár, Gunnleiv Danielsen hevur koyrt í 23 ár, Rólant Næs-Joensen í 13 ár, Sigmund Hansen og Eyðdis Andreasen, bæði í 10 ár.


Á felagsmyndini síggjast umframt borgarstjóran Heðin Mortensen og Elina Lindenskov, býráðslim, eisini Heðin Zachariassen, Gundur Johanneson og Jón Thomassen.