Búskapurin er í niðurgongd

Útvarpið endurgevur mikudagin, landsbankastjóran fyri at siga at: ”Tað er ikki rætt, at føroyska samfelagið er í einari kreppu”

Hesa niðurstøðu ger útvarpið útfrá samrøðu við landsbankastjóran í breddanum, sum var sendur týsdagin 12. mai. Hetta er ikki ein niðurstøða, sum landsbankastjórin gjørdi.

Tað sum landsbankastjórin segði í sendingini Breddin var, at búskaparin í dag langt frá er í somu kreppustøðu sum í 90’unum. Hinvegin er búskapurin í eini niðurgongd, men sambært hagtølunum er enn er ov tíðliga at siga, um búskapurin er ávegis niður í eina kreppu.

Sum myndin sær út í løtuni, har bæði føroyska samfelagið og samfeløg úti í heimi so spakuliga eru við at opna upp aftur eftir Covid-19, so sær eitt sindur ljósari út aftur. Men óvissan er sera stór.

Tí mælti landsbankastjórin til, at politikarnir ikki tosa um og leggja upp til at fremja sparingar, nú búskapurin er í niðurgongd, men heldur stimbra búskapin, soleiðis at niðurgongdin í búskapinum ikki verður enn verri enn hon longu er.

Niðurgongin í búskapinum kemur uttan iva at hava við sær eitt hall á fíggjarlógini, men landskassin er væl fyri. Nettoskuldin hjá landskassanum er um 600 mió. kr., sum svarar til 2,8% av BTÚ. Føroyar hava eisini eina góða kredittmeting og hava tí ikki trupulleikar við at læna pengar fyri á henda hátt at halda virkseminum í samfelagum gangandi.