BÚSKAPARVØKSTUR BÍÐAR EFTIR MYNDUGLEIKUM OG HÚSARHALDUM

Búskaparliga afturgongdin í føroyska búskapinum í 2008 og 2009, varð í 2010 vend til reala framgongd, men líkt er til, at føroyski búskapurin stóð í stað í 2011.


Útlitini fyri 2012 eru minni bjørt enn áður mett. Ein orsøk til hetta er, at føroysku húsarhaldini eru varnari at økja um sína nýtslu og botnfiskaveiðan við Føroyar fer at hilnast heldur verri enn mett áður. ** Landsbankin metir, at BTÚ í ársins prísum í 2012 veksur við 2%. So tað er líkt til at búskapurin eisini í 2012 stendur í stað, um hædd verður tikið fyri vøkstrinum í brúkaraprístalinum.


Ein real framgongd er tó at hóma í 2013, tá Landsbankin metir, at vøksturin í BTÚ í ársins prísum verður 3%.


Húsarhaldsnýtslan er størsti posturin í endaligu nýtsluni. Tað hevur tí stóra ávirkan á búskaparliga virksemið, um húsarhaldini broyta sín nýtsluatburð. Økja tey nýtsluna, so veksur búskapurin eisini.


Hóast seinasta treystikanningin vísir, at húsarhald eru vorðin meira svartskygd aftur, so metir Landsbankin, at húsarhaldini fara at økja nakað um sína nýtslu í 2012 og 2013. Orsøkin til hesa meting er, at føroysku húsarhaldini eru ikki so illa fyri sammett við onnur lond. Eisini vilja tey spara minni upp (vaksa nýtsluna), verður búskaparstøðan og útlitini meira støðug.


Búskaparvøksturin bíðar eisini eftir myndugleikunum. Tað almenna eigur við bygnaðarligum broytingum at fremja tiltøk, sum stuðla undir produktivitetsvøkstur, fyri harvið at fáa búskaparvøkstur. Broytingarnar ella tiltøkini, sum vera sett í verk, eiga í minst møguligan mun at skala eftirspurningin.


Felags fyri átøk, sum kunnu fremja vøkstur, er, at tey taka tíð til tey virka. Skattaumleggingin hjá landsstýrinum er eitt dømi. Ein umlegging av fiskivinnuni, sum fer betur við fiskatilfeinginum og gevur betri lønsemi í fiskivinnuni er eitt annað. Umleggingar innanfyri heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið, sum geva betri tænastu uttan at kosta meira, eru somuleiðis dømi. Fyrr tey verða sett í verk, fyrr virka tey. Tiltøk, sum minka hallið á fíggjarlógini skjótt uttan at skaða eftirspurningin, eru kanska ikki so nógv, men tey finnast. Eitt dømi er royndin í 2011 at útvega nýggjar inntøkur til landið fyri rættin at veiða makrel.


Sí meira á heimasíðuni hjá Landsbankanum.


Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Landsbankanum vi at trýsta á linkin:


http://landsbankin.fo/Default.asp?sida=2713&tidindiiD=797