Búskaparráðið leggur fram várfrágreiðing

Hvussu hevur búskapurin tað?

Hósmorgunin legði Búskaparráðið várfrágreiðingina fram.

Heimligi eftirspurningurin er stórur, rentan negativ og útflutningurin reisist spakuliga aftur. Men hvørji eru útlitini fyri føroyska búskapin? Og hvussu spældi korona av?

Vit hava ferðast minni, men hava brúkt nógv meira heima í Føroyum. Hvussu ávirkar tað búskapin saman við lága arbeiðsloysinum.

Kom í Norðurlandahúsið hósdagin kl. 10.00, tá ið Búskaðarráðið leggur fram várfrágreiðingina.

--------

Pressan kundi melda til tiltakið á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum, men tá Oyggjatíðindi fyri nógvum árum síðani hevur fingið at vita frá "Urd", at blað og umboð, ikki vóru vælkomin í Norðurlandahúsið, hildu vit heldur ikki hesaferð, at ráðiligt var at møta.

Somu boð fekk Norðurlandahúsið og Íslenska konsulatið í Føroyum, at vita, tá blaðstjórin fekk innbjóðing, í samband við, at forseti Íslands, Guðni Th. Jóannesson og Frú Elisa Reid, vitjaði í Føroyum, og hildin varð samkoma í Norðurlandahúsinum, 18. mai 2017, klokkan 18:00.

Har eru so ikki øll vælkomin.

Annars eru allir miðlar í Norðurlondum, og í Europa, vælkomnir í Norðurlandahúsið, skilst.

Tað skal vera teimum so hjartaliga væl unt.