Búskaparfrøðiligt møsn

Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur,
leggur øll onnur undir at møsna, um tey eru ósamd við honum, men tað er eisini
møsn, tá hann heldur upp á, at vanliga hýran umborð á nótaskipum er omanfyri
milliónina. Tað Mortan G. Berjastein, nevndarlimur í Fiskimannafelagnum, greitt
í hesi greinini. 



Tað er nokkso hugstoytt at lesa
viðmerkingar frá Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingi, ið snúgva seg um okkara
fiskivinnu. Hevur ein ikki somu áskoðan á viðurskiftini sum hann, so er man
eitt møsn, og um ein so ikki er búskaparfrøðingur heldur, ja so er ein ikki
bara eitt møsn, men býttur afturat. Seinast, hetta kundi upplivast, var í
kjakandi viðmerkingunum undir einari grein, sum Tórheðin Jensen, hósdagin hevði
á lesarin.fo.



Við uppboðssøluni í 2011, sóu vit
annars, hvussu skilið var. Teir, sum keyptu kvotu til eitt skip við nótaloyvi,
fingu 17,5 prosent í "avsláttri", meðan ein, ið keypti til eitt
línuskip fekk 37 prosetn í avsláttri. Tað er eftir mínum tykki ikki ein
javnbjóðis kapping.



Eg havi sjálvur verið sjómaður
meginpartin av mínum vaksna lívi, harav tey seinastu árini við einum nótaskipi.



Tá eg byrjaði umborð á Jupiter í 2001,
var ein manning til skipið. Inntøkan tað árið var so mikið góð, at í 2002 bleiv
gjørd ein roynd við skiftisorning, soleiðis at tað bleiv hálv onnur manning til
skipið, og við tí skipan sigldu vit í nøkur ár. Í 2005 bleiv skipið skift út
við eitt betri og effektivari skip, sum aftur gjørdi, at hýrurnar hækkaðu hjá
manningunum. Í 2006 byrjaðu yvirmennirnir at sigla ein til ein.  



Í 2008 bleiv aftur keypt eitt betri og
effektivari skip, sum gjørdi, at hýrurnar fóru nakað upp, somikið, at dekkarnir
eisini fóru til eina eitt til eitt skipan. Við hesum økta manningartali hevur
inntøkan hjá monnunum umborð verið stórtsæð tað sama øll árini, eg havi verið
við har. Munurin er bara, at tá eg byrjaði, vóru 12 mans, ið høvdu hesa
inntøku, nú eru tað 24 + við hvørjum skipi. Tá so Jóannes Jacobsen og onnur
pástanda, at hýran hjá einum, ið siglir við einum nótaskipið, er væl omanfyri
milliónina, so er tað sjálvandi MØSN.



Umframt fulla skattskylduga A-inntøku,
hava teir, ið sigla við nótaskipum síðan 2011 verið "rubbaðir" fyri
góðar 100.000 krónur hvør árliga, eftir tilmælum frá Jóannes Jacobsen og øðrum
av hansara kaliber.



Mortan G. Berjastein

nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag



 Vit fáa ikki myndir inn
á síðuna. Gjørt er vart við feilin hjá útbjóðara.