Bumbuálop á kirkju ikki kannað

EGYPTALAND: Koptisk kristin í Egyptalandi krevja, at myndugleikarnir gera meira við at finna teir seku, sum framdu bumbuspreingingina í eini kirkju í Alexandria tann 1. januar í ár, har 23 kirkjufólk doyðu.


 Ábendingar um, at fyrrverandi innanríkisráðharrin var uppi í málinum, eru heldur ikki kannaðar nærri.


 Aðalskrivarin í Norsk Mission i Øst (NMØ), Bjørn A. Wegge, sigur við heimasíðuna hjá NMØ, at tá hann vitjaði í Egyptalandi í vár, søgdu fleiri, sum hann tosaði við, at ábyrgdin av bumbuálopinum lá heilt uppi á ráðharrastigi, hjá fyrrverandi innanríkisráðharranum. Hetta samsvarar eisini við tað, sum fleiri eygnavitni hava greitt frá, nevniliga at løgreglufólkini, sum høvdu vaktarhald við kirkjuna, rýmdu úr økinum stutt áðrenn bumbuspreingingina.


– Tað er ein stórur meinbogi fyri demokratisku gongdina í Egyptalandi, at drápsmenn og harðskapsmenn ikki verða drignir fyri rættin, sigur Bjørn A. Wegge við Kristeligt Pressekontor.


Hetta skrivar Trúboðin við ”Udfordringen”, sum keldu.