Bryggjaríið P/F OY á Hálsi fingið umhvørvisgóðkenning
Umhvørvisstovan hevur 20. desember 2021 veitt umhvørvisgóðkenning til bryggjaríið P/F OY á Heykavegi á Hálsi í Havn.
Talan er um eitt sonevnt mikrobryggjarí.
Umhvørvisstovan metir ikki, at ampar verða av eitt nú óljóði, lukti ella dusti frá framleiðsluni.
Í umhvørvisgóðkenningini verða treytir settar til eitt nú spillivatn, lukt og óljóð.
Almenna kunngerðin um umhvørvisgóðkenningina
sæst herAvgerðin kann kærast til landsstýrismannin við umhvørvismálum. Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella us@us.fo í seinasta lagi 17. januar 2022. Umhvørvisstovan sendur møguligar kærur til landsstýrismannin.