Brundseyðirnir um alt landið eru rættuliga mótstøðuførir
Búnaðargrunnurin tók í fjør heyst stig til at kanna mótstøðuførið ímóti ridluskriða hjá føroysku brundunum.
Kanningin er nú liðug og úrslitini eru at finna á heimasíðu grunsins,
www.bg.fo
Kanningin vísir, at brundseyðirnir um alt landið eru rættuliga mótstøðuførir, og bendir samstundis á, at væl møguligt er at kynbøta seyðin til at gerast væl sterkari móti ridluskriðanum, uttan at flyta stórvegis av seyði milllum økini.
Tá úrslitið av kanningini verður lisið, er neyðugt at hava í huga, at lutfalsliga fáir brundar eru kannaðir í smærru oyggjunum, og er úrslitið fyri tær tí minni álítandi enn fyri størru oyggjarnar.
Búnaðargrunnurin takkar hjálparfólkunum runt landið fyri eitt gott og dygdargott arbeiði og vónar, at úrslitið kann verða við til at minka um trupulleikan av ridluskriðanum.