Brúkaraumboðið átalar SMS´átak um Hittkort

Brúkaraumboðið hevur móttikið fleiri áheitanir í sambandi við marknaðarføringsátakið hjá SMS, ið ber navnið ”Hittkort”. Áheitanirnar vísa á, at luttøka í kappingini er treytað av keypi, og at hetta er brot á § 11, stk. 1 í marknaðarføringslógini. Í tí sambandi hevur Brúkaraumboðið hildið fund við leiðsluna í SMS, sum hevur veit vissu fyri, at luttøka í kappingini als ikki er treytað av keypi.


Brúkaraumboðið hevur staðfest, at luttøka í kappingini er marknaðarførd sum treytað av keypi við fylgjandi orðing: “Tú fært ein lutaseðil fyri hvørjar 35 krónur, tú keypir fyri“ uttan samstundis kunning um, at brúkarin eisini uttan at keypa kann luttaka í kappingini við somu treytum og við eins góðum møguleikum at vinna sum brúkarin, ið keypir.


Leiðslan í SMS sannar, at marknaðarføringin av kappingini er óheppin og tillagar beinanvegin lýsingarnar, soleiðis at tað týðiliga skilst, at luttøka í kappingini ikki er treytað av keypi. Tað merkir, at brúkaran kann skanna kortið hjá sær og fáa lutaseðlar uttan at keypa. Sum ein partur av tillagingini fær brúkarin, sum longu hevur skrásett kortið hjá sær, sum skjótast individuella kunning frá SMS um broytingina av marknaðarføringini.


Brúkaraumboðið metir, at marknaðarføringin av kappingini er brot á § 3 í marknaðarføringslógini og hevur kunnað leiðsluna í SMS um niðurstøðuna. Samstundis hevur Brúkaraumboðið álagt leiðsluni í SMS, at allar komandi lýsingar týðiliga skulu marknaðarføra møguleikan fyri eisini at luttaka í kappingini uttan samstundis at skula keypa.