Innlendismálaráðharrin, Kári P. Højgaard, var á vitjan hjá borgarstjóranum í Tórshavn, Heðin Mortensen í dag, har teir umrøddu ymisk viðurskifti í sambandi við uppskotið hjá Tórshavnar kommunu til parkeringspolitik.
Í sambandi við, at Tórshavnar kommuna arbeiðir við at broyta ymisk parkerings-viðurskifti í kommununi og hevur latið gera uppskot til ein parkeringspolitik, hava Kári P. Højgaard, innlendismálaráðharri og Heðin Mortensen, borgarstjóri, á fundi í dag umrøtt ymsar spurningar um lógarásetingar og heimildir á økinum.
Endamálið við at fáa ein orðaðan politik á økinum er at skapa betur umstøður fyri parkering í miðbýnum og at nøkta tann tørv, sum er hjá bæði handilslívi, arbeiðsplássum og bústaðum fyri bæði stuttíðar- og langtíðarparkering.
Tórshavnar kommuna og aðrar limakommunur í KSF hava sett fram ynski um, at landsstýrið fremur neyðugar lógarbroytingar, soleiðis at føroysku kommunurnar kunnu fáa nøkunlunda somu heimildir at umsita øll viðurskifti viðvíkjandi parkering, sum kommunurnar í grannalondum okkara hava.
Hetta fevnir m.a. um at geva kommununum heimild at umsita verandi parkeringsskipan, sum í dag verður umsitin av løgregluni. Fútin hevur eisini reist ynski um, at kommunurnar kunnu yvirtaka hesa uppgávu.
Tórshavnar kommuna ynskir eisini at fáa til vega neyðugar heimildir at seta í verk gjaldsskipan fyri parkering eftir sama leisti, sum verður brúktur í Reykjavík og donskum kommunum, og at kommunurnar fáa heimild at stovna parkeringsgrunn, ið kann standa fyri bygging av parkeringshúsum ella øðrum størri samlaðum parkeringsanleggum.
Innlendismálaráðharrin, Kári P. Højgaard lovaði at taka málið um heimildir til at kommunurnar kunnu umsita øll viðurskifti í sambandi við parkering upp í politisku skipanini. Heðin Mortensen, borgarstjóri var vælnøgdur við fundin, og bar fram ynski um at fáa eitt gott samstarv við landsstýrismannin í kommunumálum um nógv onnur øki, har kommunan og landsstýrið hava felags áhugamál.