Bróstkrabbabólkur skipar fyri almennum Bót til bata tiltaki

Mánakvøldið 28. oktober kl. 19 til 21 skipar bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Bót til bata, fyri almennum tiltakið á Hotel Føroyum

Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, fer at tosa um evnið “Tá krabbameinssjúka rakar” og Margit M. Baadsager fer at tosa um nýggju bókina “Góða systir – ein dagbók til Arnvør”

Mánakvøldið 28. oktober kl. 19 til 21 skipar bróstkrabbabólkurin hjá Krabbameinsfelagnum, Bót til bata, fyri almennum tiltakið á Hotel Føroyum
 
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tó er tilmelding neyðug. Freistin at melda til er mánadagin 28.okt kl 12.
 
Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur, fer at tosa um evnið “Tá krabbameinssjúka rakar”.
 
Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvussu sjúkan rakar tann einstaka, og hvussu familjan eisini ávirkast.
 
Ein partur av fyrilestrinum kemur at snúgva seg um, hvussu børnini kunnu hugsast at reagera, og hvønn serligan tørv tey hava, tá foreldur, systkin ella onnur verða rakt av krabbameini.
 
Tað verður serliga nomið við sálarligu støðuna hjá teimum, ið verða rakt.
 
Margit M. Baadsager fer at tosa um nýggju bókina “Góða systir – ein dagbók til Arnvør”, sum hon hevur skrivað til systir sína, ið gjørdist sjúk av heilakrabba. Tað verður møguligt at ogna sær bókina til tiltakið.
 
Um bókina:
Tá ið læknarnir í 2015 síggja okkurt óvæntað í eini skanning av heilanum hjá 38 ára gomlu Arnvør, fara systirin Margit og mamma teirra við fyrsta flúgvaranum til Keypmannahavnar at vera hjá henni.
 
Arnvør hevur í eina tíð gramt seg um svára høvuðpínu og hevur ikki megnað at hildið freistirnar fyri síni Ph.D. verkætlan. Hon er vorðin sera gloymsk.
 
Komandi dagarnar á Ríkissjúkraúsinum versnar minni hjá Arnvør framvegis, og Margit velur at skriva henni eina dagbók.
 
"Góða systir" er ein hjartanemandi dagbók frá einari systir til aðra.
Bókin er persónlig og nemur á ein jarðbundnan hátt við evni sum familja, sjúka, viðgerð, trugv, lívsinnihalda, skemt, sorg, endurvenjing og vón, ið bæði sjúklingar og avvarðandi kunnu kenna seg aftur í.
 
Vinaliga boða frá luttøku við at ringja á telefon 317959 ella skriva okkum ein teldupost á kmf@krabbamein.fo.