Brimil sleipaði sluppina Johanna TG326

Hósnáttina, 24. mai, kom Brimil á Vág við sluppini Jóhanna.


Johanna, ið var á veg til Noregs fekk trupuleikar við maskinini.


Johanna var tá stødd 15 fjøðringar eystur úr Mjóanesi.


Brimil koma til Johanna kl. 19 í gjárkvøldi, setti fast og byrjaði at sleipa.


Sleipið gekk sera væl, og komnir inn um grótkastið í Vági slepti Johanna endanum hjá Brimli, og sleipibáturin hjá Vágs Skipasmiðu tók yvir og legði Johanna at bryggju.