Brim yviri við Strond
Nýggj frímerki, 23. apríl
Ferðafólkini á kampingplássinum yviri við Strond hvukku helst við, tá brimið brádliga stóð himmalhøgt, beint við har tey stóðu.
Á hvørjum ári koma ferðafólk í túsundatali til oyggjarnar at síggja, uppliva ella sansa milda føroyska summarið. Men um ein hevur hug at vitja sanna leikvøll veðurgudanna, skal man koma til Føroyar á vetri. Vónandi kemur ein ikki út fyri skaðaódn, men minni kann eisini gera tað – ein lítil frísklig ódn, kanska.
Mynd: Ólavur Frederiksen.