Bridgelandslið tikið út

Bridgelandsliðið skal 22. mai til norðurlandameistarakapping, NM, í Kelfavík. NM í bridge er annaðhvørt ár og Føroyar plaga at vera við í kappingini. Úrslitini hava vera sveiggjandi, tí norðurlondini eru millum tey fremstu í heiminum í bridge.


Hesiferð er málið at sleppa undan aftasta plássi, eins og tað er hent einaferð áður. Føroya Bridgesamband ætlar at senda bridgelandslið til EM næsta ár, og tí er NM í Íslandi fyrireiking til EM, har møguleikin fyri góðari plasering er nógv betri.


Føroya Bridgesamband hevur gjørt avtalu við danska stórspælaran, Jacob Røn, um at venja landsliðið.


Á landsliðnum eru Dánjal Pauli Mohr-Arne Mikkelsen, Símun Lassaberg-Árni M. Dam, Jóannes Mouritsen-Egil Sondum. Landsliðsvenjari er Jacob Røn og liðleiðari er Arnbjørn Sivertsen.


Bridegelandsliðið: Balle Mohr, Jacob Røn, landsliðsvenjari, Símun Lassaberg, Árni M. Dam, Arne Mikkelsen, Jóannes Mouritsen, Arbjørn Sivertsen, liðleiðari og Egil Sondum.