Brennistøðin á Hjalla farin um tey 25 árini

Mánadagin, 2. juli 2012, bjóðaði Brennistøðin almenninginum ”afturum garðarnar” at síggja, hvat virksemi er á Brennistøðini, sum hendan dagin varð 25 ár.


Í sambandi við at Brennistøðin á Hjalla hevið 25 ár á baki mánadagin 2. juli, varð høvi hjá almenninginum, viðskiftafólki og øðrum áhugaðum at síggja virksemið hjá Brennistøðini aftanfyri garðarnar.


Skipað varð fyri rundvísing á økinum og áleið einaferð um tíman inntil kl 16, ella eftir tørvi.


Byrjað varð við avgreiðsluna á Endurnýtsluni. Brennistøðin bjóðaði pylsur úr pylsuvogni, (ikki grillaðar í brenniovninum!) kaffi og smákøkur, umframt sunkist til børnini.