- Ársins Endurkeyp Gáva fer til Tálgaverk
Stuðulsgrunnurin hjá Nema hevur latið fyrstu Endurkeyp Gávuna á 30.000 krónur til verkætlanina Tálgaverk fyri teirra miðvísa arbeiði fram ímóti einum betri føroyskum umhvørvi.
Tilnevningarnar hava verið bæði nógvar og góðar til hetta fyrsta umfarið av Endurkeyp Gávuni. Dómsnevndin hevur tó eftir gjølla viðgerð valt at stuðlað Tálgaverk, sum hevur megnað at fingið ung sum eldri at savnast um at framleiða kertiljós úr einum tilfeingi, sum annars hevði verið beint burtur.
- Tálgaverk hevur á ein nýskapandi, kveikjandi og savnandi hátt víst, hvussu tálg kann gagnnýtast og virðisøkjast, sigur Súsanna Berg, dómsnevndarlimur.
- Eldsálirnar aftanfyri Tálgaverk hava víst, hvussu gomul mentan og siðvenja kunnu fáa pláss í okkara nýmótans samfelagi og gerast partur av okkara stremban eftir at gerast meira burðardygg og sjálvbjargin.
Tálg er ein lætt atkomulig og staðbundin rávøra, men stórar mongdir enda tíverri sum burturkast, og leggja sostatt eisini stórt trýst á bæði kommunal umhvørvispláss og brennistøðir, sum mugu brúka nógva eyka orku til burturbeining.
Søgan um Tálgaverk
Tálgaverk er ein umhvørvisvinarlig verkætlan, sum í stuttum snýr seg um at brenna tálg ístaðin fyri olju á nýggjárinum. Verkætlanin varð av fyrstantíð løgd fram á umhvørvisvikuni í Vága Kommunu á sumri í 2020. Undirtøkan var sera góð, og kommunan valdi at stuðla verkætlanini við bæði hølum og peningi til útgerð. Tálgaverk fór so av bakkastokki longu á heysti sama ár.
Miðað var fyrst eftir at hava um 400 blikk klár til nýggjárið, men tá nærum eitt tons av tálg var latin teimum, var úrslitið nærri teimum 1000 blikkunum. Takkað verið teimum kvinnuligu eldsálunum úr Sandavági og Miðvági, sum í oktober og november valdu at seta nakrar tímar av um vikuna til hugnaligu “Tálgaverkstovurnar”. Har riggaðu tær blikkini til og gjørdu veikir úr bummull. Síðan varð tálgin malin, smeltað og stoytt niður í blikkini.
Av tí at verkætlanin eydnaðist so væl í 2020, varð avgjørt at endurtaka hana í ár, og samstundis enntá at royna at økja um móttøkuna av tálg og harvið eisini talið av blikkum.
Endurkeyp Gávan
Endurkeyp Gávan varð sett á stovn í 2020 fyri at stuðla náttúru- og umhvørvisátøkum í Føroyum, og verður hon eftir ætlan latin á hvørjum ári. Grunnurin verður fíggjaður av teimum brúktu elektronisku lutunum, sum fólk lata inn til Nema Endurkeyp, fyri at hesir síðan verða endurnýttir ella burturbeindir á burðardyggan hátt.
Harafturat letur Nema eisini Endurkeyp Gávuni allan peningin frá søluni av plastposum.